Fótbóltur

Longd leiktíð á Tórsvølli

B36 og NSÍ skoraðu hvør sítt mál í fyrra hálvleiki í finaluni um Løgmanssteypið - evropeiska lagnan hjá liðunum verður greið eftir longda leiktíð og/ella.

Aron Knudsen setti Lukas Enevoldsen av tíðliga í dystinum og legði lið sítt á odda - B36 svaraði tó væl aftur, og tað er framvegis javnt millum liðini (Mynd: Sverri Egholm)

Aron Knudsen setti Lukas Enevoldsen av tíðliga í dystinum og legði lið sítt á odda - B36 svaraði tó væl aftur, og tað er framvegis javnt millum liðini (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-04 17:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Langa kappingarárið tykist bara ikki fáa nakran enda.

Fyrri hálvleikur var undirhaldandi, har NSÍ byrjaði greitt betri, og har Aron Knudsen gagnnýtti eit verjumistak hjá B36 væl. 

Aron hevði ein góðan møguleika at skora til 2-0, men skotið fór uppum, og B36 mentist. Tá hálvur tími varð leiktur fór vælupplagdi Hannes Agnarsson til stroks, fann hegnisliga Andrass Johansen, ið var ísakaldur og javnaði.

Tað var ein varin 2. hálvleikur, har tann heilt stóri málmøguleikin ikki kom fyrrenn móti endanum, har púra fríi Sebastian Pingel ikki fekk beint gott innlegg úr høgru í málið.

Nú verður farið í gongd við longda leiktíð, har "lagnan" hjá Løgmanssteypinum, og evropeiska lagnan hjá liðunum fyri næsta ár, verður avgjørt.

Fylg við á forsíðu okkara. Fleiri myndir og annað seinni. Dysturin kann síggjast hjá Kringvarpinum. 

Finalan um Løgmanssteypið 2021
Tórsvøllur, 4. desember
NSÍ - B36 1-1 (1-1)
10' Aron Knudsen 1-0
30' Andrass Johansen 1-1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder