Fótbóltur

Longd leiktíð á Tórsvølli

Við máli í 88. minutti tryggjaði KÍ sær longda leiktíð – støðan er 2-1, 4-4 samanlagt, eftir vanliga leiktíð.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2022-08-11 20:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Farið verður nú undir longda leiktíð í Conference League dystinum á Tórsvølli millum KÍ og FC Ballkani úr Kosovo.

Dysturin endaði 2-1 til KÍ.

KÍ kom á odda í 55. minutti við einum góðum máli frá Mads Boe Mikkelsen, tá hann setti eitt flatt hornaspark frá Árna Frederiksberg í netið.

Ballkani javnaði í 82. minutti við einum góðum skoti uttanífrá, sum tann annars sterka KÍ verjan ikki megnaði at forða fyri.

Tá trúðu tey flestu, at liðið Kosovo hevði tryggjað sær víðari luttøku.

Men í næstseinasta minutti av vanligu leiktíðini skoraði Patrick da Silva sigursmálið, tá hann kom at standa fríur við vinstra málstópma.

Men eitt máls sigurin var ikki nóg mikið hjá KÍ at tryggja sær víðari luttøku í kappingini.

Nú verður farið undir umdyst, tvær ferðir 15 minuttir. Er dysturin ikki avgjørdur tá, verður brotssparkskapping.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder