Annað

Loyndarmálið hjá Sarah Mahfoud

Í nýggjari sjónvarpsrøð, sum DR3 hevur gjørt um hálvføroysku Sarah Mahfoud, avdúkar IBF-heimsmeistarin m.a., at hon hevur verið fyri sálarligum harðskapi.

Mynd: Andreas Bro/DR

Mynd: Andreas Bro/DR

2021-04-18 18:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

31 ára gamla Sarah Mahfoud, sum hevur føroyska mammu og sýriskan pápa, hevur verið nógv frammi seinastu tíðina. Í fjør vann hon heimsmeistaraheitið í fjøðurvekt hjá IBF, og nú hevur DR3 framleitt eina sjónvarpssending um hana.

Í sendingini avdúkar hon eitt loyndarmál, sum hon í nógv ár ikki megnaði at fortelja nærmastu familjuni. Sarah Mahfoud hevur verið fyri sálarligum harðskapi.

– Eg havi skammað meg og kent, at tað gjørdi meg veika og sárbara. Í staðin royndi eg at vísa fólki eitt glansbílæt – at har var einki, sum kundi raka meg, sigur Sarah Mahfoud við DR.

– Eg varð hildin niðri. Eg skuldi ikki halda, at eg var ov góð, tað hevði eg ikki uppiborið. Eg fór illa við mær sjálvari í alt ov nógv ár, og lat onnur gera tað sama.

DR3-røðin um Sarah Mahfoud kann síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder