Annað

Luitjen Akselsson Apol er ársins telvari

Eisini varð Ársins Stjørnuskot kosið, tá telvarar hittust til steypakapping í Klaksvík um vikuskkftið.

2019-05-07 06:56 Author image
Tíðindaskriv

Ungi telvarin Luitjen Akselsson Apol var um vikuskiftið kosin til ársins telvara.

Hetta hendi í sambandi við steypakappingina, sum varð hildin í Klaksvík um vikuskiftið. Luitjen Akselsson Apol hevur havt eitt framúr gott kappingarár.

Hetta varð dyggiliga staðfest til atkvøðugreiðsluna, sum feløgini avgreiddu undir steypakappingini. Tað var als eingin ivi um úrslitið, Luitjen fekk 88 prosent av atkvøðunum.

[object Object]

Luitjen hevur verið virkin í flest øllum kappingum í føroyskari telving. Bæði í barna- og ungdómskappingum hevur hann verið frammarliga, í liðkappingini hevur hann telvað sannførandi fyri Havnar Telvingarfelag, og til FM á páskum vann hann sannførandi 1. bólk.

Harumframt vann Luitjen silvur í norðurlandakappingini, sum varð hildin í Íslandi í februar. Og sum yngsta umboð nakrantíð, var Luitjen við á landsliðnum, sum luttók í EM fyri smátjóðir í San Marino.

Á ratinglistanum hevur Luitjen eisini gjørt skarðslop, og er nú nummar 25 í Føroyum.

[object Object]Ársins stjørnuskot saman við Katrin Didriksen Apol

Ársins stjørnuskot
Benjamin Reinert Fjallheim varð kosin Ársins Stjørnuskot, og hóast ungan aldur, so hevur hann verið virkin í fleiri ár.

Tað er sannuliga eisini uppiborið, at hann fekk heiðurin í ár. Við greiðum meiriluta valdu feløgini Benjamin, sum fekk 64 prosent av atkvøðunum.

Benjamin hevur verið virkin í øllum heimligum kappingum. Telvaði eitt sera gott NM, hóast sterka mótstøðu. Varð Føroyameistari í unglingum á páskum, og hevur eisini telvað fleiri kappingar uttanlands. Serliga saman við Leif og Elmar; beiggja og pápa. 

placeholder
placeholder