Annað

Luitjen er næstbestur í Norðurlondum

Ungir telvarar kláraðu seg væl í NM-kapping í Íslandi.

Luitjen Akselsson Apol til høgru

Luitjen Akselsson Apol til høgru

2019-02-18 14:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Evnaríki unti telvarin, Luitjen Akselsson Apol, er næstbesti telvari í Norðurlondum í sínum aldursbólki.

Tað er staðfest eftir at norðurlandameistarakapping fyri ungar telvarar júst hevur verið hildin í Borgarnesi í Íslandi.

10 føroyskir dreingir vóru við í kappingini, tveir í hvørjum av bólkunum, sum kappast varð í.

Og Luitjen Akselsson Apol var tann, ið kláraði seg best og gjørdist nummar tvey í sínum bólki, og er sostatt næstbesti telvari í Norðurlondum í sínum aldursbólki.

Samanlagt fingu føroyingarnir 20½ stig í kappingini. Tað er eitt tað besta úrslitið nakrantíð hjá føroyiskum talvungdómi. So at siga allir telvararnir telvaðu betur, enn hvat styrkitalið væntaði av teimum. Føroysku luttakararnir vóru: Bólkur A: Janue Skaale og Eli W. Finsson. Bólkur B: Leif Reinert Fjallheim og Flóvin M. Tummasarson. Bólkur C: Jón í Horni Nielsen og Benjamin Reinert Fjallheim. Bólkur D: Luitjen Akselsson Apol og Elias Petersen. Bólkur E: Rókur Davidsen og Brestir Samuelsen.

Tilsamans fara telvararnir 217,8 ELO-ratingsstig upp á FIDE listanum. Tað vil siga, at teir hava næstan fingið 6 stig meira, enn hvat styrkitalið væntaði av teimum, skrivar faroechess.com.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder