Annað

Luitjen telvar simultan

15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol bjóðar almenninginum av at telva á Mentanarnáttini.

2021-06-02 07:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á Mentanarnáttini í Havn fríggjadagin 4. juni stendur áhugaðum frítt at sleppa at royna seg móti tí 15 ára gamla Luitjen Akselsson Apol, sum fer at telva móti fleiri í senn.

Almenna simultantelvingin verður í nýggju hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen millum klokkan 20 og 22.

Tann blaðungi Luitjen telist longu millum bestu telvarar í Føroyum. Í fjør var hann um reppið at gerast føroyameistari í einstaklingstalvi sum nógv hin yngsti nakrantíð, men í jøvnum og spennandi umdysti um FM-heitið mátti hann dvína fyri Høgna Egilstoft Nielsen. Luitjen hevur eisini telvað á føroyska landsliðnum í altjóða kappingum uttanlands, og í vár umboðaði hann sjálvurannar Føroyar í kappingini millum telvarar úr smátjóðum í Evropa.

Fríggjakvøldið bjóðar Luitjen av í simultantalvi. Einir átjan telvarar fáa høvið at royna seg. Treytin er, at eingin mótstøðumaður hevur hægri styrkital enn 1800. Luitjen hevur hvíta fólkið á øllum borðum. Hann gongur ímillum øll borðini í fastari rutu. Mótstøðumaðurin flytur, tá Luitjen kemur til borðið, síðani ger hann sín leik, og fer víðari til næsta borð. Telvað verður ikki við klokku, men í grundregluni skal mótstøðumaðurin flyta, tá høvuðspersónurin er komin at hansara borði.

Hevur ein hug at royna seg í simultantalvi móti einum av gávuríkastu telvarum í Føroyum, so er at kvika sær oman í Finsen fríggjakvøldið klokkan 20, tá 15 ára gamli Luitjen bjóðar almenninginum av. Tey fyrstu átjan sleppa at royna seg. Onnur kunnu koma inn á gólvið at hyggja og skoða nýggju felagshølini. Tiltakið er ókeypis.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder