Lukaku við tveimum málum og rørandi heilsan til Eriksen

Belgia byrjaði HM heilt væl við 3-0 sigri í Russlandi. Tvífaldi málskjúttin, ið er liðfelagi við Christian Eriksen til dagliga, segði eftir dystin, at tað var torført at hugsavna um uppgávuna. Eftir fyrra málið fór Lukaku yvir til eitt upptøkutól við beinleiðis boðum til Danmarkar.

"I love you Chris" vóru boðini frá Romelu Lukaku (Mynd: EPA)

2021-06-12 22:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hesin fyrsti EM-dagurin við trimum dystum endaði á mangan hátt at snúgva seg um annað enn fótbólt. Tað vóru ógvuliga nógv kring Evropa, ið fingu ein skelk og síðani hildu ondini, eftir at Christian Eriksen small um í 40. minutti í dystinum móti Finnlandi. Skjótt gjørdist greitt, at tað var ógvuliga álvarsamt. Lív varð fingið í 29-ára gamla leikaran aftur, og støðan er nú stabil hjá Eriksen, ið er innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum. 

Les eisini: Christian Eriksen er vakin - støðan er stabil

Hendingin hevur fingið eina rúgvu av ítróttarfólkum, feløgum og øðrum at senda sínar tankar og sín stuðul til Christian Eriksen, familju hansara og danir.
Í belgisku leguni sóu teir støðuna, og hon rakti hópin meint, segði Roberto Martinez í samrøðu við Viaplay eftir 3-0 sigurin hjá Belgia í Sankta Pætursborg í kvøld: 

- Vit hugdu eftir dystinum og vóru sjálvandi ógvuliga skelkaðir. Fleiri leikarar hava spælt saman við Christian. Romelu og hann eru liðfelagar nú. Fleiri grótu, og tað er í slíkum løtum at tingini verða sett í perspektiv. Vit senda allar okkara tankar út til Christian, familju hansara og alt Danmark

Belgia skal hósdagin spæla í Parkini. Tá skal Romelu Lukaku royna at byggja uppá sína góða byrjan við tveimum málum. Lukaku og Eriksen hava í eitt og eitt hálvt ár verið liðfelagar í Inter Milan, so hendingin setti seg hjá málrevinum:

- Tað var ógvuliga hart, tí eftir at hava sæð hvat hendi, var tað var torført at hugsavna um uppgávuna. Eg græt nógv og var bangin, tí eg hugsaði, hvussu Christian man hava tað. Málini í kvøld vóru til hansara æru

Hoyr samrøðuna her

[object Object]
Lukaku skjýtur...

[object Object]
Og so var tað yvir til myndatólini at siga "I love you Chris" (Mynd: EPA)

Lukaku segði, at hann hevði verið meira saman við Eriksen enn egnari familju seinastu 18 mánaðirnar. Í tíggjunda minutti legði 28-ára gamli áleyparin Belgia á odda. Hann var í rangstøðu, men so kom bólkurin í ein russiskan verjuleikara, og Lukaku sló til. 

Áðrenn steðgin økti Thomas Meunier, ið var komin inn fyri skadda Castagne, og so høvdu teir í reyðum so at siga fult tamarhald restina av dystinum. Stutt fyri leiklok økti Romelu Lukaku, eftir at hann hevði fingið ein góðan bólt í dýbdina: Kraftmikli áleyparin rann rætt og smekkaði bóltin í málið við "kalda" høgra beininum. Eftir  seinasta bríksl gjørdi Lukaku soleiðis: 

[object Object]
Mynd: EPA

Belgia spældi uttan skøddu De Bruyne og Witsel, og Eden Hazard var innskiftari í kvøld. 

Bólkur B: 
(Keypmannahavn): 
Danmark - Finnland 0-1 (0-0)
60' Joel Pohjanpalo 0-1

(Sankta Pætursborg):
Russland - Belgia 0-3 (0-2)
10' Romelu Lukaku (Dries Mertens) 1-0
34' Thomas Meunier 2-0
88' Romelu Lukaku (Thomas Meunier) 3-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder