Føroyar havt í høvuðsheitinum havt trupult við at loysa rumensku verjuna upp, og tá so okkara eru komin ígjøgnum, hava rumenski málverjin og stongin verið væl fyri. Málverjin hevur bjargað 43 prosent av skotunum, sum hava verið innanfyri stengurnar, sum okkara hava rakt tríggjar ferðir.
Í hinum endanum hevur Nicholas Satchwell staðið væl, men verjan hevur í løtum ikki fingið bilbukt við rumenska spælið.
Aftur hevur KA Akureyri-málverjin havt ein góðan hálvleik. Við sínum bjargingarprosenti á 40 hevur hann í ein mun hildið Føroyum inni í dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
Teir á føroyska liðnum hava stríðst væl, men ov langar løtur hava verið, har tað ikki hevur eydnast at skora, og nakir bóltar eru mistir heldur óneyðug.
Føroyar byrja við bóltininum eftir steðgin, og rumenar eru í undirtali, so tað er ger møguleikan at fáa tað heilt spennandi aftur betri.
Hagtøl frá fyrra hálvleiki síggjast niðanfyri:
EM-undankapping, 4. umfar
Rumenia - Føroyar (14-10)
Dystargongdin:
5 min: 2-3
10 min: 6-4
15 min: 8-5
20 min: 11-8
25 min: 13-8
Føroysku málskjúttarnir/skotini:
Teis Horn Rasmussen 2/2
Elias Ellefsen á Skipagøtu 2/5
Rói Berg Hansen 2/4
Hákun West av Teigum 2/4
Óli Mittún: 1/2
Leivur Mortensen 1/2
Tróndur Mikkelsen 0/3 (tvey á yvirleggjaran)
Pauli Mittún 0/1
(Samanlagt: 10/23: 43 prosent)
Upplegg: Elias á Skipagøtu: 4
Trok og tekniskar villur: 5
Bjargingar:
Nicholas Satchwell 10/25: 40 prosent
Útvísingar:
Føroyar: 2
Rumenia: 4
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald