Sætta umfar av FM-kappingunum í einmansleiki var leikt á Argjum leygardagin 23. februar.
36 menn og 8 kvinnur vóru við í kappingini.
Kvinnur
Í bólkaspælinum hjá kvinnum vunnu Lýdia á Smið og Birthe Sikivat hvør sín bólk. Lýdia vann tryggan sigur í fjórðingsfinaluni, meðan Birthe tapti 3-2 móti Elisabeth Nicolajsen, ið annars endaði aftast í bólkaspælinum. Lýdia vann í hálvfinaluni 4-2 móti Maibrit Hvíthamar, meðan Elisabeth gjørdi bart og vann 4-0 í hinari hálvfinaluni móti Liss á Fjallinum. Lýdia og Elisabeth hava áður spælt mangar finalur, men hesaferð lat Lýdia ongantíð iva vera um, hvør var tann betra av teimum báðum. Lýdia vann 4-0 við sera sannførandi spæli, millum annað hevði Lýdia sett uppá 19 og 22 pílar, umframt at hon fekk ein 180’ara.
Menn
Menninir byrjaðu við 8 bólkum, har flestu favorittarnir megnaðu at blíva nr. 1 ella 2. Tí vóru teir sterkastu leikararnir væl fordeildir í 1/16 -finalunum. Tó hittust Petur Thomsen og Esmar Mikkelsen longu í 1/16 -finalunum, har Petur vann 4-1. Eisini var merkisvert at Magni Jacobsen vann greiðan 4-0 sigur á Kjell Johansen.
Í 1/8-finalunum var lítil spenningur. Næstan allir dystirnir endaðu við greiðum 4-0 sigri til favorittarnar.
Í 1/4-finalunum hækkaði støðið. Allan við Rætt vann 4-0 móti Jørgen Meitilberg við einum miðaltali uppá 87. Jan McIntosh vann 4-1 móti Jan Erik Fjallstein og Petur Thomsen vann 4-3 í tøttum dysti móti Niels Thomsen. Flestu eyguni fjórðingsfinalunum vóru helst vend móti dystinum millum Remy Gaardlykke og Una Árting. Báðir spældu væl og hildu útlegg trý tey fyrstu settini. Í fjórða setti megnaði Uni at venda dystinum við eini lukking uppá 136. Og tá hann so eisini byrjaði fimta sett við 180, so gjørdist mótbrekkan hjá Remy ov tung og Uni vann 4-1.
Uni Árting og Petur Thomsen hittust í aðrari hálvfinaluri. Báðir spældu væl og høvdu onkur góð sett, men Uni hevði alla tíðina munin, var tryggur í lukkingunum og vann 5-3. Í hinari hálvfinaluni hittust Jan McIntosh og Allan við Rætt. Tað sá út til, at Allan hevði brent tað mesta krútið av móti Jørgen, so Jan hevði alla tíðina tamarhald á dystinum og vann 5-2. Síðsta settið lukkaði hann 121 við reyðum bull.
Finalan var sostatt millum Una Árting og Jan McIntosh. Men finalan gjørdist ongantíð spennandi. Uni helt eitt javnt høgt støði og lukkaði væl, meðan Jan virkaði trilvandi. Uni vann greitt 6-1.
Úrslit:
Kvinnur
- Lýdia á Smið (Kaldbak)
- Elisabeth Nicolajsen (Team Sandoy)
- Liss á Fjallinum (HDF)
- Maibrit Hvíthamar (HDF)
Hægst útgang: Maibrit Hvíthamar 96
Fæst pílar: Lýdia á Smið 19
Menn
- Uni Árting (HDF)
- Jan McIntosh (HDF)
- Petur Thomsen (D16)
- Allan við Rætt (D16)
Hægst útgang: Jan McIntosh 136
Fæst pílar: Remy Gaardlykke 14
- Dartsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald