Annað

Magnus Carlsen skakaður

Samstundis sum HM-finalan í stuttleikatelving fer fram í Noregi, verður farið undir dystirnir í níggjunda og seinasta umfari í EM-kappingini fyri landslið í talvi í Georgia í dag.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-11-02 09:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tap er í hendi hjá norska heimsmeistaranum í talvi, Magnus Carlsen, nú fyrsti HM-finaludysturin í sonevndu Fischer-random talvkappingini er fyri í Noregi. Eftir annan av trimum finaludøgum hevur mótstøðumaðurin Wesley So úr USA vunnið sær so trygga leiðslu, at tað skal eitt ódnartak hjá Carlsen til fyri at vinna, tá kappingin endar í dag.

Wesley So, sum ættaður er av Filipsoyggjum, men býr í USA, og stendur nummar tólv á heimsstyrkilistanum í vanligu klassisku standardtelvingini, hevur tikið allan talvheimin á bóli í finaluni í Noregi. Støðan í dystinum, nú tey fýra drúgvu kviktalvini eru avgreidd, er 10½-1½ til So.

Fischer-random telving er eitt slag av alternativari stuttleikatelving. Tunga talvfólkið stendur ikki frá byrjan soleiðis sum vanligt er í talvi. Øll talvteori og hevdvunnar strategiskar siðvenjur eru tí at kalla settar úr gildi. Alt er á ein hátt nullstillað, og telvað verður mest eftir gehør.

Í dag endar finaludysturin við fýra vanligum kviktalvum, tá hava telvararnir fimtan minuttir í part til hvørt talvið. Til endans vera fýra snartalv, tá fimm minuttir eru í part til hvørt talvið. Hósdagin og fríggjadagin høvdu telvararnir hálvan tíma í part til hvørt talvið. Trý stig fingust hósdagin og fríggjadagin fyri vunnið talv, og hálvtannað stig fyri javnleik. Í dag eru tvey stig at fáa fyri vunnið talv og eitt fyri javnleik í kviktelvingini. Í snartelvingini fæst eitt stig fyri vunnið talv og eitt hálvt fyri javnleik. Magnus Carlsen hevur tí framvegis ein møguleika at vinna finaludystin, men tá skal alt ganga upp í eina hægri eind.

Byrjað verður at telva klokkan 16:30. Norska sjónvarpið sendir frá talvfinaluni.

EM-drama

Samstundis sum HM-finalan í stuttleikatelving - um vit so kunnu siga - fer fram í Noregi, verður tíðliga í morgun farið undir dystirnir í níggjunda og seinasta umfari í EM-kappingini fyri landslið í talvi í Batumi í Georgia.

Stórur spenningur er fyri seinasta umfar. Tað stendur á jøvnum í oddanum millum Ukraina og Russland, sum hava trettan dystarstig hvørt. Í hølunum á teimum á triðja plássi er Ongland við tólv stigum. Síðani hava Armenia, Týskland og Kroatia ellivu stig. Tvey stig eru at vinna fyri vunnan dyst og eitt fyri javnleik. Í øðrum lagi telja borðstigini.

Russland var á odda fyri næstsíðsta umfar í gjár, men mátti sættast við javnleik 2-2 móti Onglandi. Á fyrsta borði hjá Russlandi var tann vælleikandi Dmitri Andreikin fyri sínum fyrsta ósigri í kappingini. Hann hevði fimm stig eftir seks dystir, men tapti í gjár fyri Michael Adams, sum í nógv ár hevur verið stinnasti telvarin í Bretlandi.

Toppdystirnir í dag eru hesir: Ukraina-Kroatia, Russland-Poland og Ongland-Týskland. Av norðurlondum er Svøríki nummar fimtan í røðini, Danmark nummar 26, Norra 29,  Finnland 30 og Ísland nummar 35. 40 lond eru umboðað í EM-kappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder