2022-12-30 15:08
Tað eru bara tveir dagar síðani norski Magnus Carlsen vann HM í kviktalvi, og nú hevur hann gjørt tað aftur.
Um middagsleitið vann hann HM-kappingina í snartalvi, sum hevur verið í Kasakstan, og hetta er fimtu ferð, at norðmaðurin vinnur HM í snartalvi.
Í kviktalvi fær hvør telvari 15 minuttir at umhugsa seg í umframt 10 sekund fyri hvønn leik. Í snartalvi gongur skjótari fyri seg. Hvør telvari fær í útgangsstøði tríggjar minuttir og so 2 sekund fyri hvønn leik.
Sigurin kom í hús við einum sigri móti stórmeistaranum úr Usbekistan, Nodirbek Abdusattorov.
Hetta var 15. ferðin, at Magnus Carlsen vann eitt heimsmeistaraskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald