32 ára gamli norðmaðurin, Magnus Carlsen kann nú afturt kalla seg heimsmeistara í kviktalvi.
Kappast verður í teimum báðum skjótu talvgreinunum í Almaty (fyrr Alma-Ata) í Kasakstan her millum jól og nýggjár, og í dag var HM kappingin í kviktalvi avgreidd.
Magnus gjørdist heimsmeistara framman fyri unga týskaran Vincent Keymar og amerikanaran Fabiano Caruano.
Norðmaðurin hevur fyrr verið heimsmeistari í hesi grein í 2014. 2015 og 2019. Í fjør gjørdist hann nummar trý. Hann fekk sama stigatal sum vinnandi telvarin tá, Abdusattorov úr Usbekistan. Men teir vóru tríggir, ið endaðu javnt, og Magnus slapp ikki við í umtalvið um heimsmeistaraheitið.
Hetta var 14. ferðin, at Magnus Carlsen vann eitt heimsmeistaraskap. Hann hevur longu frásagt sær møguleikan at endurvinna HM-heitið í vanligum talvi, men luttekur framvegis í HM-kappingunum í snar- og kviktalvi.
Tveir aðrir telvarar Artemjev og 18 ára gamli Keymar høvdu undan 13 og seinasta umfari møguleika at enda javnir við Magnus Carlsen. Sjálvur vann Magnus skjótt sítt seinasta talv við hvítum fólki móti einum irana.
Hinir báðir høvdu svart fólk, sum ikki er fyrimunur í talvi. Keymar telvaði javnt, og endaði harvið á øðrum plássi, meðan Artemjev tapti fyri Caruano, ið harvið vann seg upp á triðja pláss.
Í morgin verður farið í holt við HM-kappingina í snartalvi.
Í kviktalvi fær hvør telvari 15 minuttir at umhugsa seg í umframt 10 sekund fyri hvønn leik. Í snartalvi gongur uppaftur skjótari. Hvør telvari fær í útgangsstøði tríggjar minuttir og so 2 sekund fyri hvønn leik.
(Kl. 15.33: Rættað í yvirskrift - bland millum kvik- og snartalv)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald