Fótbóltur

Malmö FF viðhaldsfólk geva sínum liði av grovfílini

Malmö FF eru víðari til triðja umfar í Champions League eftir samanlagdan 6-4 sigur á KÍ, yvir tvær uppgerðir - kortini er ikki nøgdsemi í Svøríki.

Malmö FF fjepparar undir dystinum í gjár. Teir bæði hoyrdust og sóust sera væl. (Mynd: Sverri Egholm)

Malmö FF fjepparar undir dystinum í gjár. Teir bæði hoyrdust og sóust sera væl. (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-31 09:03 Author image
Áron Vest
placeholder

Hóast 3-2 tap við Djúpumýru í gjárkvøldið eru svensku meistararnir víðari í Champions League. Svenska miðlalandslagið, umframt Malmö FF hjálpar- og viðhaldsfólk, eru skeptisk.

Malmö FF um dystin
Venjarin hjá Malmö FF, Henrik Rydström, sigur við almennu heimasíðu felagsins eftir dystin, at teir fáa vánaligastu byrjan yvirhøvur møguligt uppá dystin. 
- Fyri uttan tað, so haldi eg vit spæla ein góðan fyrra hálvleik og byrja eisini seinna hálvleik væl. 

Svenski meistaravenjarin ásannar, at teir lata alt ov lætt trý mál inn. Hann sigur, at málini vera latin inn uppá støður, sum teir vanliga eru bestir til í Allsvenskuni. 

- Faktiskt er tað óviðkomandi, at vit tapa í dag, sigur Henrik Rydström við svenska miðilin Sydsvenskan eftir dystin. Hann leggur afturat, at talan er um fýra hálvleikir og at teir eru víðari, og tí er tapið í gjár ikki av týdningi.

Felagið sjálvt skrivar soleiðis, á almennu Facebook síðu síni:
- Als ikki eitt úrslit sum vit kunnu vera nøgd við. Men vit eru víðari..

Vónsviknir Malmö FF fjepparar
Hyggur ein á Facebook síðuna hjá Malmö FF, eru tað ikki hissini orð, sum liðið fær við sær á vegnum. At venjarin kallar tapið óviðkomandi og uttan týdning, eru svensku fjeppararnir als ikki samdir í.

Tað eru ikki pen orð, ið verða søgd um Malmö FF. Eiheldur um KÍ. Tað kann væl væntast, at orðini frá svenskum fótbóltsfjepparum um KÍ, eru orsaka av skelkinum at tapa 3-2.

Millum annað lesa vit hesar viðmerkingar:

- Hvørki venjarin ella leikararnir, ið spældu í dag, eru verdir at bera Malmømerkið.

Vit mugu rotera óendaliga nógv, tá vit tapa á einum slíkum amatørbólki sum KÍ.

- Skift málmannin út, ongantíð ov skjótt. 

- Venjarin er eitt stórt spurnartekin.

Teir fjepparir, ið Portalurin møtti við Djúpumýru í gjár, søgdu í skjótari viðmerking, at soleiðis sum Malmö FF spæla fyri tíðina, so eru teir ikki yvirraskaðir yvir at svenska meistaraliðið tapti á føroysku meistarunum.

Tað er sostatt lætt at staðfesta, at í Malmö FF leguni hava tey trupult við at gleðast um at vera víðari til 3. umfar í Champions League.

Hetta er fjórðu ferð uppá tvey ár, at KÍ basir norðurlenskum meistaraliðum.

Champions League 2. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, týsdagin 30.07
KÍ - Malmö FF 3-2 (1-1) - 4-6 samanlagt

2' Alexander Berntsson (Árni Frederiksberg) 1-0
13' Hugo Bolin (Sergio Pena) 1-1
59' Anders Christiansen (br.) 1-2
65' Árni Frederiksberg 2-2
90+5' Árni Frederiksberg 3-2

Sí eisini: Árni Frederiksberg: - Champions League við Djúpumýru er nakað heilt serligt
Hallur Hansson: - Veit at eg skyldi KÍ
Samanumtøka: Árni og KÍ vunnu - Malmö fer víðari



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder