Fótbóltur

Málveitsla á Dungasandi og B68 tók Víking á bóli á Svangaskarði

B68 kundi farið avstað við øllum móti Víkingi seinnapartin, men í evstu løtu javnaði felagsliðið í Gøtu og Leirvík og tryggjaði sær javnleik. Í Sørvági lat KÍ ongan iva vera og skoraði heili níggju mál.

Jóannes Bjartalíð var á besta liðnum aftur eftir at hava verið niðri í 1. deild og vent. Hann takkaði fyri álitið og kom eisini á máltalvuna í níggju-málssigrinum á Dungasandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóannes Bjartalíð var á besta liðnum aftur eftir at hava verið niðri í 1. deild og vent. Hann takkaði fyri álitið og kom eisini á máltalvuna í níggju-málssigrinum á Dungasandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-13 18:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tíggjunda umfar í Betri deildini hjá monnum varð avgreitt seinnapartin. Aftur hesaferð háttaði tað seg soleiðis, at topp fimm lið spældu móti sokallaðu botn fimm liðum.

Mest óvæntaða úrslit í dag er uttan iva 2-2 javnleikurin millum B68 og Víking. Toftamenn vóru annars á odda í tveimum førum, men Martin Klein hjá Víkingi syrgdi fyri at teir ljósabláu ikki mistu øll stigini móti uppflytarunum.

Á Dungasandi var málveitsla, og KÍ smurdi 07 Vestur av heili 9-0, sum er størsti sigur í ár.

B36 lat ongan iva vera í Fuglafirði, og vann 5-0 móti ÍF. NSÍ kemur norð aftur um Suðuroyarfjørð við trimum stigum og einum tveymálssigri móti TB.

Og so var tað HB, sum var á vitjan hjá EB/Streymi á Eiði. Mikkel Dahl legði útiliðið á odda tá 11 minuttir vóru leiktir, og hóast HB stýrdi tí mesta av dystinum komu ikki fleiri mál.

07 Vestur - KÍ 0-9 (0-4)
4’ Páll Klettskarð 0-1
9’ Dávid Langgaard 0-2
25’ Dávid Langgaard 0-3
27’ Claes Philip Kromberg 0-4
47’ Páll Klettsarð 0-5
53’ Sumareh Bubacarr 0-6
59’ Sumareh Bubacarr 0-7
71’ Jóannes Bjartalíð 0-8
87’ Oddmar Færø 0-9

ÍF - B36 0-5 (0-3)
8’ Bjarki Nielsen 0-1
12’ Magnis Holm Jacobsen 0-2
45’ Andrass Johansen 0-3
58’ Benjamin Heinesen 0-4
71’ Tobias Christensen 0-5

TB - NSÍ 0-2 (0-2)
2’ Jacob Trenskow 0-1
32’ Klæmint Andrasson Olsen 0-2

EB/Streymur - HB  0-1(0-1)
11’ Mikkel Dahl 0-1

B68 - Víkingur 2-2 (1-0)
45’ Hjalti Strømsten 1-0
54’ Martin Klein 1-1
71’ Andri Benjaminsen 2-1
86’ Martin Klein 2-2

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ (28 stig)
2. HB (23 stig)
3. NSÍ (20 stig)
4. Víkingur (19 stig)
5. B36 (16 stig)
6. EB/Streymur (9 stig)
7. ÍF (8 stig)
8. 07 Vestur (7 stig)
9. B68 (6 stig)
10. TB (2 stig)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder