Fótbóltur

Málverjin skoraði týdningarmikið sigursmál

Alisson ognaði pápa sínum málið – hann doyði í druknivanlukku fyrr í ár.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-17 09:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Málverjin hjá Liverpool er nú tann fyrsti málverjin í søguni hjá Premier League at skora eitt týdningarmikið sigursmál.

Fimm málverjar hava fyrr skorað í Premier League. Teir eru Peter Schmeichel, Tim Howard, Brad Friedel, Paul Robinson og Asmir Bergovic.

- Eitt ótrúligt mál. Eg havi ikki sæð líknandi – sera góður teknikkur, segði venjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp, eftir dystin móti West Bromwich har Alisson Becker stútaði bóltin í má til 2-1 í 95. minutti – langt inni í yvirtíðini.

Hevði Liverpool bert fingið tað eina stigið, høvdu vónirnar um at sleppa við í Champions League næsta ár verið smáar. Fýra lið sleppa við, og Liverpool liggur nú á fimta plássi, eitt stig eftir Chelsea.

Mikudagin spælir Liverpool móti Burnley, áðrenn Crystal Palace er á skránn í seinasta umfari.

Fyri Alisson sjálvan hevði málið nógv at siga. Hann misti pápa sín í eini druknivanlukku í februar í ár, og málið varð ognað honum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder