
Manchester City vitjaði í gjárkvøldið í París í fyrru hálvfinaluni í Champions League, og hóast liðið hjá Pep Guardiola kom afturum tíðliga í dystinum, so gjørdist talan um ein gott kvøld hjá oddaliðnum í Premier League.
Tað var liðformaðurin hjá PSG, Marquinhos, sum stútaði heimaliðið á odda í samband við eitt hornaspark eftir eitt korter. 1-0 var eisini støðan í stegðinum, men City vendi dystinum. Í 64. minutti endaði eitt innlegg hjá Kevin De Bruyne í PSG-málinum, og nakrar minuttir seinni sendi Riyad Mahrez eitt beinleiðis fríspark í málið.
PSG kom á odda, men tað var ikki nóg mikið
Undirhaldandi dysturin endaði 1-2, og harvið hevur Manchester City ein stóran fyrimun undan seinnu uppgerðini, ið verður á Etihad leikvøllinum týskvøldið. Tá kann City spæla seg í fyrstu Champions League-finaluna nakrantíð.
Fyrstu hálvfinalurnar
Mikudagin 28.04
PSG - Manchester City 1-2 (1-0)
15' Marquinhos 1-0
64' Kevin de Bruyne 1-1
71' Riyad Mahrez 1-2
Týsdagin 27.04
Real Madrid - Chelsea 1-1 (1-1)
14' Christian Pulisic 1-0
29' Karim Benzema 1-1
Seinnu dystirnir verða leiktir í Onglandi í næstu viku - ávíkavist týskvøldið og mikukvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald