Fótbóltur

Manchester City hevur skrivað søgu

Síðst í hesum mánaðinum skal liðið hjá Pep Guardiola spæla Champions League-finalu. Riyad Mahrez stóð fyri báðum málunum í Manchester í kvøld, har Mbappé ikki var á vøllinum.

City gjørdi arbeiðið væl og virðiliga liðugt í seinnu hálvfinaluni í kvøld - Mahrez skoraði bæði málini (Mynd: EPA)

City gjørdi arbeiðið væl og virðiliga liðugt í seinnu hálvfinaluni í kvøld - Mahrez skoraði bæði málini (Mynd: EPA)

2021-05-04 23:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

PSG skal ikki spæla í einari Champions League-finalu annað árið á rað - ístaðin sleppur Manchester City at royna seg í einari slíkari á fyrsta sinni. Hetta er greitt, eftir at liðið hjá Pep Guardiola vann 2-0 á Etihad leikvøllinum í kvøld og harvið 4-1 samanlagt.

Riyad Mahrez átti seinasta fótin á trimum av teimum fýra málunum hjá City í hálvfinalunum. Hann fekk hol á í kvøld longu eftir tíggju minuttir. Ederson er kendur fyri síni framúr góðu útspørk, og málverjin setti álopið í gongd við at finna Zinchenko, ið var staddur heilt úti við síðulinjuna í vinstru, áleið 50 metrar burtur. Bakkurin rak fram við bóltinum og fann De Bruyne mitt fyri á brotsteigarmakinum. Skotið hjá belgiska miðvallaranum varð blokerað, og bólturin datt til Mahrez, ið var knappur, fekk hann framvið Navas við høgra beininum, og so var 1-0.

PSG byrjaði annars dystin betri og fekk lagt eitt ávíst trýst á City. Í 1. hálvleiki flutti útiliðið bóltin væl, hóast nakað av kava á vøllinum darvaði eitt sindur, Neymar var ein hóttan, og Marquinhos hevði ein stútara á yvirleggjaran. Men Manchester City er betri skipað og stinnari í verjupartinum í ár, í mun til undafarin ár, og Stones, Dias og hinir greiddu sítt arbeiði sera væl.

[object Object]
Di Maria og hinir royndu, men fingu ikki heilt latið ljósabláu verjuna upp, og miðskeiðis í 2. hálvleiki kókaði yvir hjá argentinska miðvallaranum 

Liðið hjá Pochettino skuldi hava minst tvey mál, men var Kylian Mbappé fyriuttan. Hann var høvuðsmaðurin í dystunum móti Barcelona og Bayern fyrr í ár. Skjóti og snildi áleyparin var so mikið darvaður av skaða, at hann ikki kom inn, og PSG fekk ikki nakað skot innanfyri stengurnar, so at Ederson av álvara skuldi til arbeiðis. Ístaðin sló Manchester City til í einum snarálopi í 63. minutti, og so var leyst og liðgut. Væl upplagdi Phil Foden fekk ein góðan bólt í dýbdina frá De Bruyne og spældi væl yvirum til Mahrez, ið takkaði fyri.

Nakrar minuttir seinni fekk Angel Di Maria beinleiðis reytt kort fyri at traðka á 36-ára gamla føðingardagsbarnið Fernandinho. Tað gjørdist samanlagt eitt vónbrot hjá argentinska leikaranum og hinum í myrkabláum, men liðformaðurin hjá City kundi stórfegnast saman við liðfeløgunum eftir seinasta bríksl. Fernandinho, nógvir aðrir, leikarar, Guardiola og eigararnir hava bíðað leingi eftir hesum: City er í einari Champions League-finalu, og tað er fult uppiborið.

Hon verður leikt leygardagin 29. mai móti vinnaranum av Chelsea - Real Madrid, ið hittast í London í annaðkvøld.

Seinnu Champions League-hálvfinalurnar
Í kvøld - 04.05
Manchester City - PSG 2-0 (Samanlagt 4-1)
11' Riyad Mahrez 1-0
63' Riyad Mahrez 2-0

05.05
Chelsea (1) - Real Madrid (1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder