placeholder
Fótbóltur

Manchester United og Villareal hava spælt seg í Europa League-finaluna

Liðið hjá Solskjær tapti í Rom í gjárkvøldið men vann 8-5 samanlagt. Arsenal megnaði ikki at skora á heimavølli móti Villareal, og harvið komu Unai Emery og hansara menn víðari.

Ole Gunnar Solskjær hevur nú eina finalu fyri framman sum United-venjari (Mynd: EPA)

Ole Gunnar Solskjær hevur nú eina finalu fyri framman sum United-venjari (Mynd: EPA)

2021-05-07 18:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnu hálvfinalurnar í Europa League vórðu leiktar í gjárkvøldið. Í Rom komu fimm mál - í London kom einki.

Manchester United vann 6-2 í fyrru hálvfinaluni og skoraði eisini einasta málið í fyrra hálvleiki í gjár. Harvið sá alt avgjørt út, og Solskjær tók báðar bakkarnar út í stegðinum. Men í 2. hálvleiki skoraði Roma, ið eisini hevði nakrar góðar møguleikar í 1. hálvleiki, tvey mál fyrsta korterið og hevði eisini nakrar aðrar stórar málmøguleikar. Men David De Gea hevði ein góðan dyst, og miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði Cavani fyri aðru ferð í dystinum, og so skuldu Roma aftur hava fýra mál. Tað gjørdist talan um eitt, og harvið vann United 8-5 samanlagt. Í fjør eydnaðist tað ikki hjá liðnum at vinna hálvfinaluna.

Ein, sum er vanur við at vinna hálvfinalur í Europa League, er Unai Emery. Spanski venjarin vann kappingina tríggjar ferðir á rað við Sevilla (2014-2016), og í 2019 var hann í finaluni við Arsenal. Tað var júst Arsenal, ið var forðingin hjá Villareal. Býurin í Castellón við beint yvir 50.000 fólkum var karmur um fyrru hálvfinaluni í síðstu viku, og hana vunnu teir gulkløddu 2-1.

[object Object]
Eftir finaluna í 2019 móti Chelsea var Emery vónbrotin, og hann varð stutt seinni uppsagdur sum Arsenal-venjari. Í gjár sló hann Arteta og fyrrverandi lið sítt út (Mynd: EPA)

Harvið var setningurin einfaldur: Um Arsenal einki mál fekk á Emirates, so var Villareal í finaluni. Og tað var júst hetta, ið hendi. Harvið kundu Emery, fyrrverandi Arsenal miðvallarin Francis Coquelin og hinir í Villareal-leguni frøðast, tá liðið frá lutfalsliga lítla býnum skrivaði seg søgu og spældi seg í sína fyrstu evropeisku finalu. Í 2006 var tað sera nær við í Champions League-hálvfinalunum móti júst Arsenal. Liðið hjá Mikel Arteta sleppur helst ikki at spæla evropeiskan fótbólt komandi kappingarár, og tað verður ikki ein ensk finala í Europa League hesuferð.

Villareal og Manchester United bresta saman í finaluni í Gdansk í Póllandi, mikukvøldið 26. mai. Liðini hava spælt fýra innanhýsis dystir í Champions League - tveir í 2005 og tveir í 2008. Allir endaðu 0-0.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder