Fótbóltur

Manchester United snávaði á heimavølli móti venjaraleysa Leeds

Úrslitið kann fáa avleiðingar í stríðnum um Champions League-pláss. Mál frá glóðheita Rashford og afturvenda Sancho bjargaði tó heimaliðnum eitt stig.

2023-02-09 15:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í Premer League varð spældur í gjárkvøldið, mikukvøldið 8. februar. Talan var um ein útsettan dyst frá september, sum varð útsettur vegna andlátið hjá drotning Elizabeth.

Manchester United var greiður favorittur á pappírinum. 15 pláss og 24 stig vóru á muni millum liðini, liðið hjá Ten Hag var á heimavølli - har United hevði vunnið 13 dystir á rað í øllum kappingum - Leeds var uttan høvuðsvenjara, eftir at Jesse Marsch var uppsagdur mánadagin, og Manchester United hevði vunnið tríggjar av teimum fýra undanfarnu dystunum móti Leeds við samanlagda úrslitinum 15-5.

Tað var tó Leeds, ið byrjaði greitt betri, tí longu áðrenn ein minuttir var spældur, lá bólturin aftanfyri David De Gea. Bruno Fernandes misti bóltin á egnari hálvu, Wilfried Gnonto streyk avstað av av brotsteigarmarkinum smekkaði hann bóltin niður í longra málhornið.

[object Object]
19-ára gamli italiumaðurin Wilfried Gnonto gjørdi vart við seg beinanvegin á Old Trafford 

Eitt heldur skert United-lið kom seg eftir skelkin, men hóast yvirvág og fleiri møguleikar eydnaðist ikki at javna, og útliðið byrjaði eisini við skjótum máli í seinna hálvleiki: Heimaliðið kom ikki úr trýstinum, og eftir hart innlegg frá baklinjuni var Raphael Varane heldur óheppin og gjørdi sjálvmál.

0-2 var stórt fyri Leeds-liðið, mælsku fjeppararnir og fyribils venjaratoymið - Michael Skubala, Paco Gallardo og Chris Armas. Leeds stríðist aftur fyri at sleppa undan niðurflyting, og ein sigur á útivølli móti arvafíggindanum hevði verið størri enn "bara" trý stig.

[object Object]
Málskjúttarnir hjá United: Rashford og Sancho 

Tað gjørdist tó talan um eitt stig hvør. Í 62. minutti minkaði Marcus Rashford um munin við frálíkum stútara eftir innlegg frá Diego Dalot úr høgru. Hetta var tólvta máli í dysti nummar hjá manninum úr Manchester síðani HM-steðinum. Hjá innskifta Jadon Sancho var talan um fyrsta Premier League-dyst síðani oktober. Vongurin hevur stríðst við sálarligar og kropsligar avbjóðingar í vetur, men hann gjørdi mun í gjár og megnaði at javna.

Hetta kann gerast virðismikið fyri liðið hjá ten Hag, men úrslitið kann eisini kosta dýrt. Newcastle og Tottenham bjóða av í stríðnum um Champions League-pláss, ið United stórliga hevur tørv á. Casemiro hevur framvegis leikbann, Eriksen er langtíðarskaddur, og spurnartekin eru framvegis við skaðastøðuna hjá millum annað Martial. Leeds er nú eitt stig frá niðurflytingarstrikuni - liðini hittast aftur sunnudagin.

Premier League
Mikudagin 8. februar

20.00: Manchester United - Leeds United (See/Viaplay)

Støðan í oddinum: 
1. Arsenal 50 stig (20 dystir)
2. Manchester City 45 stig (21 dystir)
3. Manchester United 43 stig (22 dystir)
4. Newcastle United 40 stig (21 dystir)
------------------
5. Tottenham 39 stig (22 dystir)

Støðan í botninum:
14. Leicester 21 stig
15. Wolves 20 stig
16. Leeds 19 stig 
17. West Ham 19 stig
------------------
18. Everton 18 stig
19. Bournemouth 17 stig
20. Southampton 15 stig

Øll hesi liðini hava spælt 21 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder