Hondbóltur

Maria gjørdi bart í sínum fyrsta almenna dysti í Horsens

Skoraði fýra mál móti greipuvinnarunum og heimsstjørnum úr Esbjerg og sambært lokalum miðlum gav 20-ára gamli føroyski spælskiparin álopinum hjá HH Elite nógva ferð. Varð kosin dagsins spælari.

Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinar hjá HH Elite taptu 1/8-finaluna í steypakappingini við fýra málum men stóðu seg sum heild væl. Maria skoraði fýra ferðir (Mynd: hsfo.dk)

Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinar hjá HH Elite taptu 1/8-finaluna í steypakappingini við fýra málum men stóðu seg sum heild væl. Maria skoraði fýra ferðir (Mynd: hsfo.dk)

2024-09-03 14:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í summar skifti Maria Pálsdóttir Nólsoy úr Neistanum til HH Elite í bestu donsku deildini. Føroyski landsliðsvenjarin Claus Mogensen er eisini venjari hjá hesum liði, og er hann fegin um fyrsta almenna dystin í kappingrárinum:

- Eg eri ógvuliga væl nøgdur við okkara avrik. Vit hava framvegis nógv at læra, tí vit hava so nógvar nýggjar í hópinum. Tak okkara bakketu móti Esbjerg: Tær fýra, sum spældu mest har, hava ongantíð áður spælt í einum kappingardysti.

Soleiðis sigur Claus Mogensen við Horsens Folkeblad eftir áttandapartsfinaluna í steypakappingini móti Team Esbjerg sunnudagin. HH Elite tapti men ikki við fleiri enn fýra málum - fyri einum árum síðani endaði tað 42-24 til Team Esbjerg. Liðið gjørdist seinni danskur greipuvinnari.

Ein av nýggju spælarum í bakketuni hjá HH Elite er Maria Pálsdóttir Nólsoy, og 20-ára gamli spælskiparin fær eisini rós í omanfyrinevndari grein. 

- De to spillere fra årgang 2004 stregspilleren Romee Maarschalkeweerd og bagspilleren Maria Palsdottir Nolsoy kommer tilskuerne til HH Elites kampe også til at holde øje med. Romee Maarschalkeweerd var bomstærk på stregen, og Maria Palsdottir Nolsoy gav masser af tempo i HH Elites angrebsspil. At de begge også blev noteret for fire scoringer er kun et ekstra plus i bogen til de to spillere.

[object Object]
Maria í gjøgnumbrotsroynd móti krútsterka Esbjerg-liðnum (Mynd: hsfo.dk

Ferð og tað at bjóða av eru nøkur av sereyðkennunum hjá Mariu, sum skoraði fýra mál í fýra-máls tapinum. Heimaliðið í Horsens bjóðaði av móti teimum mongu donsku og norsku landsliðsspælarum - slíkum sum í síðsta mánaði fingu ávikavist bronsu og gull til OL.

Tvey mál vóru á muni í steðginum, og liðið hjá Claus Mogensen kann taka nógv jaligt við frá dystinum. Millum annað tað at føroyski landsliðsspælarin stóð seg væl. Maria Nólsoy varð eisini kosin dagsins spælari.

Maria, Claus og Hornsens vitja hjá Pernille Brandenborg í Keypmannahavn leygardagin 7. september, tá 1. umfar í fremstu donsku deildini er á skránni.

Les eisini: Jana dagsins spælari hjá Viborg í sigri á Súnu og teimum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder