
Fyri nøkrum mánaðinum síðani lá Horsens aftast í Kvindeligaen: Nummar 14 av 14 og tað snúði seg um at sleppa undan beinleiðis niðurflyting.
Nú trý umfør eru farin av ovara endaspælinum, liggur Horsens á hálvfinaluplássi í fremstu donsku deildini. Í NFH og København vóru tey ikki so kedd av, at man ikki fekk Horsens við í endaspælsbólkin sum tað lægst styrkismetta. Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinar sníktu seg við í endaspælið sum síðsta liðið eftir nøkur flott avrik, men heilt fá væntaði, at tær fóru at bjóða av har.
Eitt av liðunum, sum Horsens basti tíðliga í vár, var København Håndbold. Pernille Brandenborg og liðfelagarnir vitjaðu í Horsens og skuldu royna at vinna sær ein fyrimun í bólkinum. Tað var tó skjótt, at heimaliðið fór frá gestunum. Nógv mál vóru ferðmiklu fyrstu løtuna, og Maria Nólsoy var sanniliga við.
20-ára gamli føroyski bakspælarin skoraði fyrsta málið hjá Horsnes og heili fýra mál fyrstu 12 minuttirnar - uppá øll síni fýra fyrstu skot. Fyrsta korterið legði Maria eisini upp tvær ferðir og var við at skapa ferð og yvirtal við at vinna ein-móti-einari.
Maria Pálsdóttir Nólsoy kom ofta væl ígjøgnum og var sannførandi stóran part av lykadystinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Pernille Brandenborg og hinar í verjuni høvdu ofta trupulleikar við ferðini hjá Horsens. Føroyski landsliðsliðskiparin spældi ikki fyrstu løtuna í álopinum - tað var ikki fyrren København fór yvir til 7 móti 6. Tað fór spælið eisini at koyra betri, og hin sterki strikuspælarin - Tabea Schimd - kom veruliga í gongd.
Horsens var á odda við tveimum fyri steðgin. København javnaði, tá eitt korter var eftir, tá Pernille Brandenborg skoraði eitt flott mál. Hetta var hennara seinna - Pernille brendi eisini tvær ferðir.
Nú kundi tað tykjast sum um, at favorittarnir fóru at taka tey bæði stigini, men Horsens treiskaðist. Man fór at spæla 7 móti 6, og hetta hepnaðist væl. Skjótt skoraði Maria Nólsoy sítt 5. mál - eitt flott gjøgnumbrot - og tá hon skoraði sítt sætta mál, tá beint undir tveir minuttir vóru eftir, var eingin ivi: Fýra mál á muni og tað endaði við stórum fagnaði í Horsens.
36-34 sigurin merkir, at liðið hjá Mariu Nólsoy nú liggur til hálvfinalupláss. Trý umfør resta í hjá Horsens og København, sum møtast seinasta umfar.
Støðan í bólkinum sæst HER - seks umfør skulu spælast
Umframt seks mál (uppá 9 skot) hevði Maria Pálsdóttir Nólsoy heili seks upplegg í kvøld. Hon spældi so at siga øll álopini, umframt meginpartin av 1. hálvleiki í verjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald