Fræslur ítróttur: Copenhagen Open hevur verið á Hvidovre Stadion um vikuskiftið.
Níggju føroyskir íðkarar, úr trimum føroyskum feløgum, hava roynt seg. Har ímillum var Tummas Napoleon Arge, sum eftir longri tíð aftur var at finna í kapping á breyt.
Tað var sera stuttligt hjá okkara íðkarum at verða við í kappingini hetta vikuskiftið, av tí at stórur partur av donsku elituni var tilstaðar, hetta fyri at fáa kappingarvenjing til DM, ið verður í næstum.
Flestu av okkara íðkarum hava staðið seg sera væl. Fleiri persónlig met og bólkamet eru sett, umframt eitt føroykst met, ið Maria Biskopstø setti á 400 metrum við tíðini 58,91 sek. Gamla metið átti hon sjálv og var tað 59,10 sek. Vit ynskja Mariu hjartaliga tillukku við metinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald