placeholder
Fótbóltur

Marita fer nú at royna seg í donskum hondbólti

20-ára gamla hoyvíkskvinnan fer nú út um landoddarnar at spæla fyri at menna seg víðari. Landsliðsleikarin skal komandi kappingarár spæla fyri Vendsyssel Håndbold í næstbestu donsku deildini. Felagið skrivar, at talan er um greiðan styrk.

Marita Mortensen í skotroynd móti Neistanum - komandi kappingarár skal hon spæla í Danmark (Mynd: Jens Kr. Vang)

Marita Mortensen í skotroynd móti Neistanum - komandi kappingarár skal hon spæla í Danmark (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-07 11:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Eg fakk skjótt útav, at um eg skuldi menna meg víðari og gerast ein betri hondbóltsleikari, ja noyðist fyri at tað fyrsta at fara úr Føroyum og finna eitt felag uttanlands. Valið fall so á Vendsyssel.

Soleiðis sigur Marita Mortensen við síðuna Vendsyssel Håndbold, í samband við at hon til næsta kappingarár skiftir til felagið úr Norðurjútlandi.

20-ára gamla hoyvíkskvinnan hevur, fyriuttan eitt ár á hondbóltseftirskúla í Kyepmannahavn, altíð spælt fyri barndómsfelagið. Har hevur Marita seinastu árini gjørt um seg: H71 hevur havt skjóta framgongd í bestu deildini, og høgi vinstri bakkurin við harða og góða skotinum hevur skotið nógv mál. Í stytta 2019-2020 kappingarárinum gjørdist Martia toppskjútti í SMS-deildini við 111 málum og skoraði seks mál í steypafinaluni, ið H71 vann á fyrsta sinni. Í júst farna kappingarári skoraði bakkurin 106 mál og gjørdist aftur steypavinnari. Hon er eisini vorðin fastur partur av A-landsliðnum

[object Object]
Marita Mortensen í viðtalu eftir finalusigurin á VÍF í fjør 

Í samband við skiftið, ið varð kunngjørt í gjárkvøldið, sigur Marita Mortensen, at hon hevði fleiri møguleikar í skandinavisku longunum: 

- Eg hevði fleiri møguleikar í Skandinavia, men eftir eitt gott prát við venjaran hjá Vendsyssel, var tað ikki torført at velja felag. Eg veit, at kvinnuhondbólturin í Danmark er á einum høgum støði, og eg vóni, at eg kann koma við nøkrum postivum. Eg veit eisini, at tað krevur hart arbeiði, og tað eri eg til reiðar til

Um nýggja leikaran sigur venjarin: 

-  Marita er ein ungur og spennandi leikari, ið eg gleði meg til at arbeiða við. Vit vilja gjarna hava ungar leikarar í hópinum, og tað snýr seg um at hava røttu málini og rætta hugburðin. 

Vendsyssel Håndbold skrivar, at evnaríki bakspælarin er ein greiður styrkur til hópin, ið er við at koma uppá pláss til komandi kappingarár. Pernille Brandenburg, liðskipari á føroyska landsliðnum, er ein av leikarunum, ið fer úr felagnum. Strikuleikarin skal spæla fyri Randers. Hetta merkir, at Pernille heldur fram í bestu deildini. Vendsyssel endaði aftast í bestu donsku deildini, og skal harvið spæla í næstbestu deildini eftir summarsteðgin. 

[object Object]
Marita undirskrivaðar sáttmálan (Mynd: Vendsyssel Håndbold)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder