
Síðsta kappingarár fluttu kvinnurnar hjá HØJ upp á sannførandi hátt, og hóskvøldið - í 4. umfari í Kvindeligaen - eydnaðist at fáa fyrsta sigurin í fremstu røð.
Talan var um søguligan sigur fyri sælendska felagið: Tað er tann fyrsti í bestu donsku deildini yvirhøvur hjá HØJ-kvinnunum
Marita Mortensen var við at fáa liðið upp, og hoyvíkskvinnan var við at fáa sigurin í hús í heimadystinum móti Sønderjyske í gjár.
Føroyski landsliðsbakspælarin kom inn nakað fyri steðgin og skoraði skjótt sítt fyrsta mál. HØJ var aftanfyri við einum máli í steðginum, men fekk yvirvágina sum seinni hálvleikur leið.
Marita Mortensen til landsliðsvenjing: EM-undandystir og HM-endaspælið nærkast (Mynd: Sverri Egholm)
Marita Mortensen legði upp til mál, tá HØJ økti tjúgu minuttir fyri leiklok. Hon vann brotskast sum HØJ aftur økti við, tá 14 minuttir vóru eftir, og innanfyri seinastu átta minuttirnar økti Marita tvær ferðir.
Trý mál uppá fýra skot, eitt upplegg og tvey vunnin brotskast í tíðini á vøllinum - tað er væl gagnnýtt, og Marita Mortensen og liðfelagarnir kundu aftaná fegnast um tvey stig.
Kvinnurnar hjá HØJ lyftu seg upp á 10. pláss í deildini við 14 liðum. Næsta uppgáva er í Bjerringbro fríggjakvøldið um eina viku.
Pauli og teir taptu greitt
Menninir hjá HØJ eru eisini uppflytarar og hava tvey stig. Í fyrsta dystinum í 5. umfari, ið var í gjár, tapti HØJ 27-34. Pauli Jacobsen var ein av spælarunum, sum fór á gólvið eftir kvinnurnar.
Føroyski landsliðsliðformaðurin bjargaði sínum fyrsta skotið í fremstu donsku deildini, men í lítlu løtuni hann var inni, fóru hini sjey skotini á málið hjá Paula Jacobsen í málið. Norðmaðurin Emil Kheri Imsgard og týskarin Till Klimpke fáa longri snór, men teir slógu ikki til í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald