Annað

Marius Joensen: Sjómaður og skjútti

Hann hevur gjørt vart við seg við gullheiðursmerkjum og meti á Oyggjaleikunum. 44-ára skjúttin roynir allatíðina at gerast betri og droymir um og arbeiðir fyri at av álvara gera vart við seg í stórum altjóða kappingum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-04-02 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

44-ára gamli Marius F. Joensen hevur íðkað bæði judo og kappróður á høgum støði, men valdi so at raðfesta ítróttarskjóting, ið hann so at siga altíð hevur havt áhuga fyri,  í staðin. Hann er skjútti fyri Sunda Byrsufelag á Norðskála.

Í ítróttarskjótingini hevur Marius veruliga víst styrki, og sambært hagtalsskipanini hjá Skjótisamband Føroya, er hann einasti skjútti í Føroyum, sum hevur eitt miðaltal í kappingum omanfyri 22 útav 25 møguligum.

Á oyggjaleikinum á Bermuda í 2013 megnaði Marius, saman við Sámali E. Debes, at verða fyrsti skjútti at vinna gullheiðursmerki fyri Føroyar í skjóting. Eisini vann hann einstaklinga kappingina.

Marius hevur endurtikið bragdið á øllum oyggjaleikinum, sum hann hevur luttikið í síðan, og á Jersey í 2015 megnaði hann enntá at seta nýtt oyggjaleika met.

Við altjóða ISSF limaskapinum, sum Skjótisamband Føroya fekk innan jól í fjør, hevur Marius Joensen ynski um, at umboða Føroyar í EM og HM uttanlands. Áðrenn limaskapin kundu føroyskir skjúttar ikki luttaka undir egnum flaggi í altjóða kappingum uttanlands.

Stutti filmurin omanfyri er tann fimti í røðini um føroyska ítróttarskjóting.

Kelda: Skjótisamband Føroya/skot.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder