2025-11-27 18:08
26 ára gamli danin, Marius Kryger Lindh, skiftir frá B36 til NSÍ. Hann hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við felagið, og kemur hann tískil at spæla í gulum kappingarárið 2026.
Hesum boðar NSÍ frá í kvøld.
(Mynd: NSÍ)
Marius Kryger Lindh kom úr Slagelse til AB í 2022. Hann leikti tvey kappingarár á Argjum, har hann beinanvegin gjørdi um seg á høgra vongi. Í 2024 skifti Marius til B36.
Síðani Marius Kryger Lindh kom til Føroya, hevur hann leikt 89 dystir í Betri deildini, har hann so hevur fingið heili 25 mál. Harafturat hevur hann leikt níggju steypadystir og fingið seks mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald