Sunda Byrsufelag hevur um vikuskiftið skipað fyri skjótikapping, veðrakappingini, har høvuðsvinningurin er ein tvævetur veðrur à 88 pund latin av Føroya Bjór.
Og tað var Marius Fríðálvur Joensen úr Sunda Byrsufelag, sum vann veðri. Hann rakti 46 dúgvur í finaluni í meistarabólkinum. Á næstu plássunum komu Sámal Debes og Tórur Fløtt, allir úr Sunda Byrsufelag.
A-bólkin vann Sjúrður Knudsen úr Veiðufelagnum Byrsumúli framman fyri Gunnar Sjúrðarson Knudsen. Nummar trý var Jónstein Johannesen frá Eysturskot.
B-bólkin vann Pól Jóhannus Smith Hensen framman fyri Áslak Johannesen og Óla Christian Debes. Teir koma allir úr Sunda Byrsufelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald