placeholder
Hondbóltur

Martin Klein Joensen skal nú skjóta mál á Svangaskarði

24-ára gamli áleyparin skiftir til B68 úr barndómsfelagnum Víkingi, har hann hevur skorað 39 mál fyri besta liði í heldur avmarkaðum tali av minuttum.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2024-11-10 12:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá lá væl fyri at skjóta mál, sum kappingarárið í fjør leið. Eitt eyðkenni hjá Martini Klein Joensen hevur verið, at honum ikki tørvar so nógvar minuttir fyri hvørt mál.

Samanlagt hevur Martin skorað 39 mál fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum siðani fyrsta dystin í 2021. Samalagt hevur gøtumaðurin spælt 107 dystir, og var hann við at vinna steypafinaluna í 2022 - Martin Klein Joensen vann brotssparkið, sum Víkingur avgjørdi við móti KÍ.

Hann eigur eisini eina FM-gullmedalju nú, men Martin hevur bert spælt 367 minuttir, og skorað trý mál, í Betrideildini í 2024. Tað eydnaðist honum ikki at koma framat, aftaná at áleyaparin í vetur royndi seg í íslendska Njarðvik eitt stutt skifti.

Finnur Justinussen og Jørgen Nielsen eru framvegis frammanfyri, og nú skiftir Martin Klein Joensen til B68. 

Vit skrivaðu í gjárkvøldið, í sambandi við skiftið hjá Magnusi Holm Jacobsen

- Sum skilst verða fleiri nýggir spælarar kunngjørdir á Toftum næstu tíðina. Martin Klein Joensen er eitt gott boð uppá nýggjan B68-spælara. Áleyparin heldur ikki fram í Víkingi.

Fyri lítlari løtu síðani er skiftið váttað. Talan er um ein eitt-ára sáttmála. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder