- Martin Tausen verður høvuðsvenjari hjá Betri kvinnuliðinum hjá 07 Vestur fyri kappingarárið 2023.
Hetta hevur 07 Vestur kunngjørt í kvøld.
Martin er hovbingur og hevur spælt yvir 200 dystir í Betrideildini, umframt næstan 150 í 1. deild. Sum ungur fyri VB/Sumba og FC Suðuroy, síðani fimm ár í TB, men seinastu sjey árini hevur tað næstan bara verið við 07 Vestur.
Nú 32-ára gamli Martin Tausen býr í Vágunum. Hann var givin eftir 2021 kappingarárið, men tók gaggurnar framaftur miðskeiðis í hesum kappingarárinum.
Hann hevur í tíðarskeiðnum verið liðskipari hjá 07 Vestur. Martin hevur ongar venjararoyndir á høgum støði, men hevur nakað av royndum við at venja børn og tekur í løtuni UEFA B-útbúgvingina.
- 07 Vestur fegnast um at fáa Martin sum venjara hjá okkara Betri kvinnuliðið, sum skal byggja víðari uppá ta menning sum liðið hevur havt í 2022.
Martin Tausen fer nú at hava fokus á hendan partin av fótbólti. Hann avloysir roynda Albert Ellefsen í sessinum. Í 2022 fekk 07 Vestur 24 stig, ið er tvífalt so nógv sum í fjør, ið var fyrsta árið liðið spældi í Betrideildini.
Kelda: Faroesoccer.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald