Fótbóltur

Martin vann á Andrassi og teimum í odda- og føroyingauppgerð

Vinstri bakkurin spældi 90 minuttir og var við at halda málið reint á Amager - Aarhus Fremad hevur nú beina kós móti næstbestu deildini. Andrass Johansen sat á bonkinum allan dystin, og 2. plássið er hótt.

Ein fegin Martin Agnarsson eftir týðandi sigurin (Mynd: Agnar Prestá)

Ein fegin Martin Agnarsson eftir týðandi sigurin (Mynd: Agnar Prestá)

2025-04-26 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Báðir hava B36 sum barndómsfelag og nógvar royndir á serliga U-landsliðnum. Nú royna teir við sínum donsku feløgunum at spæla seg upp í NordicBet-deildina.

Í dag hittust teir undir sólini á Amager. Ella; annar spældi fullan dyst og hin hitaði bara upp og rann eftir dystin.

Martin Agnarsson er fastur vinstri bakkur hjá Aarhus Fremad, sum er oddalið í triðbestu. 21-ára gamli havnarmaðurin stóð fyri einum sterkum innsatsi í oddabrakinum fyri nakað yvir 1.000 áskoðarunum.

Tað hevur sveiggjað eitt sindur við spælitíðini hjá Andrassi Johansen, síðani miðvallarin skifti til felagið í vetur. Í dag slapp hann als ikki á vøllin.

[object Object]
Frederik Holst, sum í fyrru hálvu í fjør spældi í 07 Vestur, tekur eitt hornaspark í góðveðrinum á Sundby Idrætspark. Fremad Amager hótti annars heilt sjálvdan málið hjá útilinum 

Tað var als ikki nakar penur ella undirhaldandi fótbóltsdystur, og tað sást væl, at nógv stóð uppá spæl. Tað var tó liðið, ið royndi nakað meira at spæla og skapa, sum sigraði.  

Eftir 82. minuttir megnaði Amager-málverjin ikki at halda einum skoti, sum kom mitt á hann. Elias Egerton var til reiðar, og so var 0-1, og fagnaður á útiáskoðarunum og teimum í gulum og svørtum.

Heimaliðið megnaði ikki at svara aftur, og nú Middelfart aftur vann, er liðið hjá Andrassi Johansen meira kroyst í uppflytingarstríðnum. Fremad Amager er framvegis á 2. plássi og harvið á uppflytingarplássi, men Middelfart er bert eitt stig aftanfyri. Hesi bæði liðini hittast á Fjóni fríggjakvøldið, og tá verður vónandi spælitíð til føroyska miðvallaran.

Við týðandi sigrinum í dag hevur Aarhus Fremad fimm stig niður til nummar tvey. Tað angar av uppflyting hjá Martini Agnarsson og teimum.

[object Object]
Landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein var millum áskoðarnar á Sundby Idrætspark. Hann er uttanlands í skeiðsørindum - Martin Agnarsson varð boðsendur undir seinastu landsliðssamling. Andrass Johansen hevur spælt 10 A-landsdystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder