
Podgoricia, Montenegro (Portalurin): Føroyska liðið er sett. Sum væntað varð broyting á málmanspostinum og á miðvøllinum, umframt á høgra vongbakki har Jóannes Kalsø Danielsen sum væntað avloysir skadda Jann Benjaminsen.
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Mattias Lamhauge - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Oddmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen - Hanus Sørensen, Brandur Hendriksson Olsen, René Shaki Joensen, Meinhard Egilsson Olsen - Petur Knudsen
Á bonkinum eru:
Bárður á Reynatrøð, Ari í Haraldsstovu Petersen, Martin Agnarsson, Samuel Johansen Chukwudi, Páll Andrasson Klettskarð, Árni Frederiksberg, Arnbjørn Svensson, Hallur Hansson, Adrian Rúnason Justinussen, Geza David Turi, Poul Kallsberg og Noah Mneney
Mattias Lamhauge skal spæla sín fyrsta kappingardyst síðani seint í summar í fjør. Hetta verður stór uppgáva hjá havnarmanninum, sum hevur verið eykamálverji hjá Fredericia seinastu mánaðirnar.
Bárður á Reynatrøð. Víkinga-málverjin hevur ikki fingið afturval í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Árni Frederiksberg við frísparksroynd í Kekkia. Vongurin verður jokari í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Meinhard Egilsson Olsen byrjar inni í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Hanus Sørensen er hesaferð á høgra vongi, meðan Meinhard Egilsson Olsen nú byrjar - á vinstra vongi. Hetta merkir, at Árni Frederiksberg meira er hugsaður sum jokari í dag.
Hallur Hansson merkti eitt sindur til knæðið eftir dystin leygarkvøldið. KÍ-liðfelagin René Shaki Joensen avloysir liðformannin frá byrjan á sentrala miðvøllinum.
Sí eisini: Føroyar skulu royna at fáa fyrstu stigini við heim
Hetta merkir eisini, at Viljormur Davidsen er føroyskur liðformaður í kvøld.
Til ber at fylgja við á beinleiðis bloggi okkara. Kringvarpið vísir dystin
Bólkur L - eftir eitt umfar
2. umfar - týsdagin 25.mars
19.45: Gibraltar - Kekkia
19.45: Montenegro - Føroyar
1. Montenegro 3 stig
2. Kekkia 3 stig
3. Kroatia 0 stig *
4. Føroyar 0 stig
5. Girbraltar 0 stig
*Ongan dyst spælt
Ovasta liðið eftir átta dystir kemur til HM-endaspælið í 2026. Tvey'arin endar í Play-off umfarinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald