Fótbóltur

Mattias er nýggjur á A-landsliðnum

B36-málverjin er millum teir 23, sum í fyrstu atløgu eru úttiknir til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein. Rene Shaki Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Heðin Hansen og Andreas Lava Olsen eru aftur á landsliðnum.

Mattias Heðinsson Lamhauge er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

Mattias Heðinsson Lamhauge er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2021-05-25 10:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrst í juni spæla Føroyar tveir venjingardystir á heimavølli. Tann 4. juni eru íslendingar á vitjan, mánadagin 7. juni verður Liktinstein mótstøðuliðið á Tórsvølli.

Til uppgávurnar hevur Håkan Ericson. saman við hjálparvenjaranum Eli Hentze, sent boð eftir 23 spælarum í fyrstu syftu. Tað skrivar fsf.fo, ið leggur afturat, at  onkur spælari afturat møguliga verður úttikin seinni í vikuni.

Fimm av teimum 23 vóru ikki við til HM-undankappingardystirnar, sum vórðu spældir í mars mánað. Ein av teimum er 21-ára gamli málverjin Mattias Lamhauge, sum hettta kappingarárið hevur verið fastur millum stengurnar hjá B36. Gunnar Nielsen hevur vegna persónligar orsøkir givið avboð, og ein annar havnarmaðurin er avloysarin. Mattias hevur ongantíð áður verið á A-landsliðnum.

Tað hava Rene Shaki Joensen, Heðin Hansen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Andreas Lava Olsen allir. Nú eru teir aftur á landsliðnum. 

Í mun til EM-undankappingardystirnar síðst í mars, eru Jóannes Kalsø Danielsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Jóannes Bjartalíð, Daniel Johansen, Dan í Soylu og Patrik Johannesen ikki við.

Teir tríggir klaksvíkingarnir eru allir partur av suverena oddaliðnum í Betrideildini. Daniel og Dan hava spælt í øllum dystunum hjá HB í ár. Patrik er knýttur at Egersunds í triðbestu norsku deildini, ið ikki heilt er komin í gongd enn.

Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)
Rene Shaki Joensen, HB
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Heðin Hansen, HB
Tróndur Jensen, NSÍ
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Petur Knudsen, NSÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Andreas Lava Olsen, Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder