Eftir eina góða byrjan uppá tilveruna í Superliguni, hevur tað gingið eftir skriðuni í tveir og ein hálvan mánaða hjá Fredericia.
Liðið hjá føroyska landsliðsmálverjanum hevði undan dystinum í kvøld tapt átta ferðir á rað. So ein sigur á Brøndby Stadion lá ikki beinleiðis í kortunum.
17-ára gamli Jacob Ambæk legði eisini Brøndby á odda eftir 13 minuttir, men síðani hildu Mattias Lamhauge og teir heimaliðnum frá at skora, og í steðginum var 1-2.
![]()
Ein illur Mattias Lamhauge í venjingardysti við landsliðnum á Brøndby Stadion tíðliga í fjør - í dag var lagið betri á leikvøllinum tætt við Keypmannahavn (Mynd: EPA)
Brøndby jagstraði eftir steðgin, men í 70. minutti gjørdust fyritreytirnar verri, tá Marko Divkovic varð rikin av vølli.
Noah Nartey fekk eisini beinleiðis reytt kort - hetta var fyri ljóta takkling, tá var støðan var 3-1 til Fredericia.
Hetta varð endaliga úrslitið, og nú hevur Fredericia 14 stig fyri 17 dystir. Liðið er framvegis næstaftst í fremstu donsku deildini, men hetta var týdningarmikið í næsteinasta umfari fyri vetrarsteðgin.
Lukas Enevoldsen, sum í nógv ár var í B36, er í venjaratoyminum hjá Fredericia. Mattias Lamhauge spældi ein góðan dyst í kvøld við nøkrum týðandi bjargingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald