Í gjár spældi hann væl á B36-miðvøllinum í evropeiskum dysti á Tórsvølli og gjørdist dagsins spælari hjá heimaliðnum. Tað er nú eisini kunngjørt, at Mattias Hellisdal hevur longt sáttmálan við felagið.
18-ára gamli tekniskt gávaði miðvallarin við góða spælskilinum fekk meira og meira álit í fjør undir Dan Brimsvík og hevur av álvara bitið seg fastan á liðið. Yvir 40 dystir á besta liðnum, gjøgnumbrotið hjá Mattiasi er komið, og hevur hann millum annað skorað í einari grannauppgerð.
Hetta sær út til at vera ein spælari, ið kann fara at mynda føroyskan fótbólt leingi. Spurningurin er, um hann ætlar sær á hægri stig einferð. Sum nú er, er Mattias Hellisdal knýttur at B36 til og við kappingarárið 2026.
B36-miðvallarin á veg fram (Mynd: Sverri Egholm)
B36 skrivar soleiðis um nýggja sáttmálan á Facebook-síðu sínari:
Mattias Hellisdal hevur longt avtaluna við B36, so hon eisini er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini, 2025 og 2026.
18 ára gamli miðvallarin hevur fingið sítt stóra frambrot í ár. Hann hevur verið millum stinnastu spælararnar í landskappingini við sínum serkenda snilda spæli og góða yvirliti.
Mattias kemur úr egnari veltu. Hann spældi sín fyrsta dyst fyri barndómsfelagið í august 2022, og higartil hevur hann spælt 41 skrásettar dystir og skotið fimm mál fyri besta mansliðið. Seinastu árini hevur hann eisini verið fastur partur av føroyskum ungdómslandsliðum.
Í B36 fegnast vit um, at Mattias Hellisdal verður partur av ætlanunum, sum felagið hevur lagt fyri framtíðina.
Magne Hoseth og Mattias Hellisdal eftir at sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald