B36 er úti av Conference League eftir samanlagt 3-0 tap móti FK Auda úr Lettlandi. Heimaliðið hótti ikki nóg mikið á Tórsvølli í kvøld - hetta viðurkennir Michal Przybylski eisini í samrøðuni omanfyri.
B36 var styrkismett, og hetta var fyrstu ferð síðani 2019, at B36 hevur luttikið í evropeiskari kapping uttan at koma víðari. Hetta var fyrstu ferð, at Auda er víðari í Evropa - styrkismetingarnar lúgva nakað, heldur Michal.
UEFA Conference League 1. umfar, seinni dystur
Mikukvøldið 17.07 á Tórsvølli
B36 - FK Auda 0-1 (0-0) - 0-3 samanlagt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald