Fótbóltur

Meinhard dagsins leikari í Bryne-stórsigri

Landsliðsleikarin skoraði tvey mál og legði upp til eitt, tá hann, Rógvi Baldvinsson og hinir Bryne-leikararnir í gjár tóku Ranheim á bóli og vunnu 5-2. Gilli Rólantsson er komin í gongd við sínum nýggja felagi.

Meinhard Olsen eftir sítt fyrsta landsliðsmál. Nú hevur hann skorað síni fyrstu mál fyri Bryne (Mynd: Aleksandar Djorovic)

Meinhard Olsen eftir sítt fyrsta landsliðsmál. Nú hevur hann skorað síni fyrstu mál fyri Bryne (Mynd: Aleksandar Djorovic)

2021-05-20 13:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðst í mars skoraði hann sítt fyrsta A-landsliðsmál fyri Føroyar og nú er greitt, at kviki álopskendi leikarin er komin væl frá byrjan í nýggja felagi sínum, sum spælir í OBOS-Ligaen, ið er næstbesta deildin í Noregi. 

Síðsta vikuskifti spældi Meinhard Egilsson Olsen 83 minuttir, tá Bryne tapti 2-1 í Ålesund - liðið spældi í fjør í bestu deildini. Í gjárkvøldið gjørdu uppflytarnir úr Bryne, og serliga Meinhard, ein ordans vørr við 5-2 sigri á Ranheim, ið verður mett sum ein av favorittunum at flyta upp.

Longu eftir átta minuttir var støðan 1-1, og í 19. minutti sló Meinhard til og legði heimaliðið á odda 2-1. Í stegðinum var støðan 3-2 - eftir at Bjarne Langeland hevði lagt Bryne á odda aftur - og í 54. minutti økti 24-ára gamli føroyingurin um munin. Tað var Meinhard, ið legði upp til 5-2 málið, sum Bryne fekk stutt seinni.

Meinhard Olsen spældi allar 90 minuttirnar á vinstra vongi og varð kosin besti leikari í sínum fyrsta heimadysti. Rógvi Baldvinsson spældi eisini fullan dyst - hann var í miðverjuni.

[object Object]
Rógvi Baldvinsson...

[object Object]
...og Ári Mohr Jónsson til landsliðsvenjing á Ullevaal leikvøllinum í Oslo í november 2019 (Myndir: Sverri Egholm)

Ári Mohr Jónsson og Sandnes Ulf taptu í vikuskiftinum 2-1 fyri Start - í kvøld spæla vinstri vongverjin úr Tórshavn og hansara liðfelagar í Frederikstad.

Gilli Rólantsson fekk í gjár sín fyrsta dyst fyri Odds BK. Gilli er tann einasti føroyingurin, sum spælur í Eliteserien - tí bestu deildini í Noregi. Tvøramaðurin spældi allar 90 minuttirnar á høgra bakki, tá Odds fekk 2-2 javnleik í Stabæk. 

Kappingarnar í Noregi eru komnar seint í gongd orsakað av koronustøðuni. 

[object Object]Gilli hevur skift Brann út við Odds og hann fekk fulla spælitíð, tá liðið spældi sín fyrsta dyst í Eliteserien í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder