Fótbóltur

Meinhard Egilsson skoraði gott mál í góðum sigri í Aalborg

Landsliðsspælarin smekkaði bóltin í netið til 3-0, og Kolding er aftur nær plássi í ovara endaspælinum. Lyngby og Dan Brimsvík eru á odda í deildini.

Ein føroyskur hamari: Triðja málið hjá 28-ára gamla føroyinginum í ár, og við flotta 3-0 sigrinum hjá Kolding hevur liðið nú eins nógv stig sum júst AaB (Mynd: Kolding IF)

Ein føroyskur hamari: Triðja málið hjá 28-ára gamla føroyinginum í ár, og við flotta 3-0 sigrinum hjá Kolding hevur liðið nú eins nógv stig sum júst AaB (Mynd: Kolding IF)

2025-11-22 15:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið byrjaði Meinhard Egilsson Olsen á bonkinum hjá Kolding, men føroyski landsliðsspælarin kom longu inn á vinstra vong/vinstra vongbakk eftir hálvan tíma.

Hetta var vegna ein Koldng-skaða. Stutt frammanundan hevði útiliðið lagt seg á odda í Kolding, og tað varð 2-0 í samband við eitt hornaspark eftir ein tíma.

Niðurflytararnir úr Superliguni fingu ikki takið á dystinum, og í 78. minutti setti Meinhard Egilsson eitt flott punktum fyri gestirnar.

Hann fekk bóltin í vinstru, rak eitt sindur, hugdi upp, tók eitt trekk inn móti miðjuni og smekkaði til úr smáum 25 metrum.

- Ein føroyskur hamari slær endaliga gestirnar út.

Hetta staðfesti frásøgumaðurin hjá Viaplay, eftir at bólturin fór heilt niður í longra málhornið og sang í málnetinum.

Triðja málið hjá 28-ára gamla føroyinginum í ár, og við flotta 3-0 sigrinum hjá Kolding hevur liðið nú eins nógv stig sum AaB. Júst AaB er á 6. plássinum, sum er minsta mark at koma í ovara endaspælið í næstbestu donsku deildini. Fimm umfør resta í av grundspælinum, og tað er tætt millum liðini í serliga topp-átta.

[object Object]Mynd: 1-division.dk
Málið hjá Meinhardi og hæddarpunktini frá dystinum fara at vera at síggja á júst hesari hemasíðuni seinni í dag

Lyngby vann týðandi sigur á Esbjerg í gjár. Dan Brimsvík er framvegis partur av fyribils venjaratoyminum hjá oddaliðnum í 1. division.

Í morgin klokkan 13 spæla Martin Agnarsson og Aarhus Fremad týðandi heimadyst móti Køge. Og klokkan 14 spælir Adrian Justinussen, saman við Poul Kallsberg, móti sínum komandi arbeiðsgevara í Horsens.

Báðir hesir dystirnir síggjast á Viaplay.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder