Nú stutt undan dystarbyrjan í Wien í Eysturrríki er føroyska liðið komið út.
Og í mun til dystin móti Moldova hósdagin, so byrjar Meinhard Olsen inni í álopinum fyri Klæmint Andrasson Olsen, og í miðverjuni er Heini Vatnsdal komin inn fyri Odmar Færø, sum hevur fingið ein skaða.
Sostatt sær liðið soleiðis út.
Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni vera Gilli Sørensen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Brandur Olsen, brøðurnir Sølvi og Gunnar Vatnhamar, og liðskiparin, Hallur Hansson. Framherjar vera Jóan Simun Edmundsson og Meinhard Olsen.
Eykaspælarar: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Rógvi Baldvinsson, Ári Mohr Jónsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Patrik Johannesen, Tróndur Jensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Dan í Soylu, Klæmint Andrasson Olsen, Jóannes Bjartalíð og Petur Knudsen.
Føroyska landsliðið spælir í kvøld á Ernst Happel leikvøllinum í Wien. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 19:45.
Føroyska liðið
Gunnar Nielsen
Viljormur Davidsen
Heini Vatnsdal
Sonni Ragnar Nattestad
Gilli Rólantsson
Brandur Hendriksson
Hallur Hansson
Gunnar Vatnhamar
Sølvi Vatnhamar
Meinhard Olsen
Jóan Símun Edmundsson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald