Fótbóltur

Meinhard skal spæla ímóti Manchester United í kvøld

Solskjær vitjar aftur í Noreg; sonur hansara er ein av leikarunum í hópinum hjá Kristiansund í Oslo í kvøld.

Meinhard Egilsson Olsen - her til landsliðsvenjing í juni (Mynd: Sverri Egholm)

Meinhard Egilsson Olsen - her til landsliðsvenjing í juni (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-30 15:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum leikari rakk hann hæddunum í Manchester United. Seks meistaraheiti gjørdist tað til í Onglandi, har áleyparin skeyt 91 mál í Premier League. Hæddarpunktið kom tó í Champions League, tá Ole Gunnar Solskjær í finaluni í 1999 ímóti Bayern Munchen á Camp Nou skoraði til 2-1, í tíðini ið dómarin hevði lagt afturat.

Hann varð føddur í Kristiansund og er nú høvuðsvenjari í ein av heimsins mætastu fótbóltsfeløgnum. Sum partur av fyrireikingum til komandi kappingarár vitjar Manchester United í Norra í løtuni og skal í kvøld spæla á tjóðarleikvøllinum Ullevaal í Oslo.

[object Object]
(Ole Gunnar Solskjær - Mynd: EPA)

Tað er Kristiansund BK, ið tekur ímóti. Í hópinum er m.a 19-ára gamli Noah Solskjær, ið er sonur Ole Gunnar. Hann kann fáa sína debut á besta liðnum í kvøld. 22-ára gamli føroyski landsliðsleikarin, Meinhard Egilsson Olsen, er eisini við hjá norska felagnum í kvøld. Meinhard kom til Kristiansund úr B36 í vetur, og hann hevur leikt fimm dystir í Eliteseriuni og skorað eitt mál.

Tað er fullkomiliga útselt í norska høvuðsstaðnum í kvøld. Dysturin, sum byrjar klokkan 18.00, verður vístur á MUTV og norska TV2. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder