Hann byrjaði inni í báðum venjingardystunum hjá A-landsliðnum, sum vóru á Tórsvølli fríggjadagin 4. juni og mánadagin 7. juni, og umframt at Meinhard Egilsson Olsen er vorðin fastur maður í byrjanaruppstillini á A-landsliðnum undir toyminum, sum tók við í fjør, hevur 24-ára gamli kantspælarin fingið eina góða byrjan í Bryne.
Liðið, ið Rógvi Baldvinsson hevur spælt við seinastu árini, er nýtt í OBOS-ligaen. Bryne fekk eina góða byrjan í næstbestu deildini, men tapti í gjár móti Jerv. Tað sá annars gott út, tá innskifti Meinhard Olsen legði útiliðið á odda. Hetta var eitt lítið korter eftir, at føroyski landsliðsleikarin var komin á vøllin, og tíggju minuttir eftir at Jerv hevði fingið ein leikara útvístan.
Tað gekk tó bert ein minuttir eftir málið hjá Meinhardi, til tað varð 1-1, og í yvirtíðini avgjørdi heimaliðið dystin.
Vónbrot hjá Meinhardi og Rógva, sum spældi fullan dyst í miðverjuni. Eftir fimm umfør í OBOS-ligaen liggur á 6. pláss - 16 lið eru - við sjey stigum. Meinhard Egilsson Olsen hevur skorað trý mál og lagt upp til tvey í hesum dystunum og hevur harvið eitt málstig fyri hvønn dyst í miðal
Fótbóltur
Meinhard skoraði aftur fyri Bryne
Føroyingurin kom inn, tá ein tími varð leiktur og legðu Bryne á odda fjúrtan minuttir seinni. Tíverri skoraði Jerv, ið spældi við tíggju monnum, tvey mál eftir hetta. Rógvi Baldvinsson spældi allar 90 minuttirnar í miðverjuni.
Meinhard er javnan við í málum hjá sínum nýggja felagið (Mynd: Jens Kr. Vang)
2021-06-13 10:30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald