Verandi Premier League meistararnir úr Manchester City hava aftur lagt seg á odda í kappingini.
Týskvøldið setti Liverpool seg á ovasta plássi eftir ein sannførandi 4-0 sigur á Manchester United. Men í gjárkvøldið tóku teir ljósabláu úr Manchester aftur ovasta pláss eftir 3-0 sigur á heimavølli móti Brighton.
Bara eitt stig er á muni millum City og Liverpool í stríðnum um enska meistaraheitið.
Í stríðnum um triðja- og fjórðaplássið, sum eisini gevur atgongd til Champions League-kappingina næsta ár, tók Chelsea móti Arsenal.
Tað gjørdist ein málríkur dystur, sum gestirnir úr Arsenal vunnu 4-2. Óvæntað, tí Arsenal hevur tapt seinastu tríggjar dystirnar, móti feløgum, ið liggja nógv longur niðri í kappingini, Southampton, Brighton og Crystal Palace.
Við 57 stigum eftir 32 dystir liggur Arsenal á fimta plássinum. Sama stigatal hevur Tottenham á fjórða plássi, men Tottenham hevur betri málskoru. Chelsea liggur framvegis á triðja plássi við 62 stigum fyri 31 dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald