
Í kvøld verða tvey tey fyrstu liðini hálvfinaluliðini í Champions League funnin. Tað liggur til PSG og Chelsea, ið vunnu á útivølli mikudagin, men serliga hjá franska liðnum kann tað gerast heilt trupult í kvøld kortini.
Bayern München spældi í løtum heilt væl í heimadystinum móti PSG, men verjuspælið haltaði av álvara, og tað gjørdu Neymar og Mbappé og hinir sær dælt av. 3-2 sigurin hjá liðnum hjá Pochettino ger, at Bayern skal skora í minsta lagi tvær ferðir á Parc des Princes í kvøld. Tað skulu meistararnir gera uttan Lewandowski, ið framvegis ikki er til reiðar eftir skaða, og talið verður helst hægri, tí tað e rnæstan óhugsandi, at Neuer megnar at halda øllum hjá PSG úti. Hinvegin er vinnarasiðvenjan meira við suðurtýska liðið - PSG hevur í fleiri førum vunnið í fyrra dystinum, men er síðani sligið út á dramtiskan hátt.
Chelsea skal helst ikki koma út fyri slíkari lagnu í kvøld. Liðið hjá Thomas Tuchel - ið fyrr stjórnaði PSG - vann 2-0 á Porto mikudagin. Dysturin varð leiktur í Sevilla, og tað verður hesum eisini. Orsøkin er koronureglugerðin í Portugal. Chelsea varð skrásett sum útilið seinast, og tí var úrslitið heilt gott. London-felagið er nú risafavorittur at fara víðari.
Seinnu fjórðingsfinalurnar:
Týsdagin 13.04
20.00 PSG (3) - Bayern (2)
Chelsea (2) - FC Porto (0) - á uttanveltaðum vølli
Mikudagin 14.04
Liverpool (1) - Real Madrid (3)
Dortmund (1) - Manchester City (2)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald