2026-04-27 13:39
Á Swim Open Tórshavn sunnukvøldið setti liðið við monnum hjá Havnar Svimjifelag nýtt føroyskt met í 4x100 metra frísvimjing á langgeil.
Tað gjørdu teir, tá teir svumu seg til gull víði tíðini 3.35.69, skrivar Havnar Svimjifelag.
Gamla metið á 3.36.51, sum varð sett á somu stevnu í fjør, átti Havnar Svimjifelag eisini.
Teir, sum settu met í gjárkvøldið vóru Bartal Erlingsson Eidesgaard, Óli Mikkelsen, Isak Brisenfeldt, og Silas Dam Lindberg.
Leygarkvøldið settu teir fýra eisini nýtt føroyskt met í 4x100 blandaðari svimjing á langgeil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald