Annað

Mentanarhúsið leggur karmar til FM í dart

32 teir bestu menninir og 8 tær bestu kvinnurnar fara at kappast um at gerast føroyameistarar.

2019-01-16 15:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

FM í dart verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 27. apríl. 32 teir bestu menninir og 8 tær bestu kvinnurnar fara tá til Fuglafjarðar at dystast um FM í einmansleiki.

Harafturat verður finalan í liðkappingini á skránni og føroyameistararnir í tvímansleiki og skulu finnast.

Lagt verður fyri fyrrapartin við fyrstu dystunum. Út á kvøldið, tá avgerandi dystirnir eru á skránni, verður ein dystur í senn spældur á stóra pallinum. Dystirnir á pallinum verða stroymdir og vístir á stórskíggja í hølinum, boðar Mentanarhúsið í Fuglafirði frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder