Freistin at melda til luttøku í FM kappróðri var av á midnátt, og metið frá í fjør er tikið. Hesum boðar Róðrarsambandið frá á heimasíðuni.
Til fyrstu upprunaliga freistina í fjør vóru 65 manningar meldaðar til luttøku, men orsakað av serligu umstøðunum av koronu bleiv freistin flutt, og talið hækkaði til 95. Harafturat komu knappar 20 manningar, sum luttóku í einari stevnu, ella sum gestaluttakarar.
119 manningar hava meldað seg til FM róðrarnar 2021 – hesar eru deildar út upp á 68 kappróðrarbátar.
Størsti bólkurin er innan barnaróður, har 23 manningar luttaka fyri barnaróður gentur og 23 manningar fyri barnaróður dreingir. 16 gentu- og 15 dreingjamanningar, 13 kvinnumanningar við fimm-mannførum, 6 kvinnumanningar við seks-mannaførum og 3 mastersmanningar við kvinnum. 12 manningar luttaka við seks-mannafør við monnum, 5 átta-mannafør og 3 tíggjumannafør.
- Hetta vísir eitt týðiligt tekin um, at áhugin fyri kappróðri er størri enn nakrantíð. Vit eru sera fegin um góðu undirtøkuna – føroyskum kappróðri at frama, sigur Róðrarsambandið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald