Fótbóltur

Miðil: AIK má rinda millum 1,3 og 2,5 milliónir fyri Mikkjal

AIK og Mikkjal Thomassen eru í samráðingum. Sambært svenskum miðli fer føroyski venjarin til svenska høvuðsstaðin í morgin ella ovurmorgin at skriva undir.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-15 14:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var í morgun, at norskir miðlar skrivaðu, at Mikkjal Thomassen gavst sum venjari í Fredrikstad FK, sum hann hevur verið við til at flutt upp í bestu norsku deildina.

Síðan er komið fram og váttað, at Mikkjal Thomassen og svenska stórfelagið AIK Stockholm samráðast.

Svenska Expressen hevur gjørt nógv burturúr samráðingunum, og sambært keldum hjá miðlinum passar Mikkjal Thomassen væl til tann profilin, sum AIK hevur leitað eftir.

Men alt kostar. AIK má keypa Mikkjal Thomassen úr sáttmálanum, hann hevur við Fredrikstad og sum gongur út í 2025. Sambært Expressen skal AIK gjalda millum tvær og fýra milliónir svenskar krónur, tað er millum 1,3 og 2,5 milliónir danskar krónur, fyri at keypa Mikkjal Thomassen leysan.

Miðlin skrivar víðari, at ætlanin er at Mikkjal Thomassen kemur til Stokkholm hesa vikuna, helst longu týsdagin ella mikudagin, at skriva undir sáttmálan, og síðan verður hann kunngjørdur sum nýggjur AIK-venjari.

AIK liggur í løtuni á tólvta plássi í bestu svensku fótbóltsdeildini við 17 stigum eftir 13 dystir.

--

Dagføring 21:06: Í fyrru útgávu av hesari grein var yvirskriftin í svenskum krónum. Tað er nú rættað til danskar krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder