07 Vestur vann í gjár 5-1 á ÍF. Sigurin í Sørvági var tann størsti hjá 07 Vestur í ár.
Mikkel Elbæk Jakobsen legði upp til eitt mál og skoraði eitt. Tekniskt sterki miðvallarin, sum var í NSÍ í 2021, kom úr íslendskum fótbólti fyrr í ár.
- Mikkel Jakobsen hevur víst seg sum ein týðandi leikara fyri liðið, bæði við sínum tekniska førleika og sínum stríðsvilja á vøllinum. Vit gleða okkum at síggja Mikkel halda fram at menna seg í felagnum og vænta, at hann fer at hava ein stóran leiklut komandi kappingarárið.
Hetta skrivar 07 Vestur á síðu sínari í sambandi við, at 25-ára gamli danin heldur fram í felagnum.
Mikkel Jakobsen og Dan Brimsvík taka í hondina á hvørjum øðrum (Mynd: 07 Vestur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald