Boas Ellefsen á Skipagøtu, sum eigur tveir stórabeiggjar, sum spæla við í U20 EM-kappingini í Portugal, hevur júst vunni altjóða sigur í Partille Cup kappingini í Göteborg við H71.
Og hann hevur eins stórar málsetningar við sínum hondbóltsspæli, sum stóribeiggin, ið spælir við lokala liðinum, Sävehof IF. Tað er ítróttafelagið Sävehof, sum skipar fyri Partille Cup.
Boas var við á U13 dreingjaliðnum, sum vann Partille Cup, ein av heimsins størstu summarhondbóltskappingum, sum endaði um vikuskiftið.
Heimasíðan hjá Partille Cup hevur tosað við Boas, sum staðfestir, at minni munur er á Boasi og stórabeiggjanum í Sävehof.
- Vit spæla á sama hátt, eru eins í leikstíli, sigur Boas, sambært partillecup.com.
Spurdur um hvørjar dreymar hann hevur fyri sínum hondbóltsspæli, svarar Boas:
- Eg droymi um at gerast besti hondbóltsspælari nakrantíð og at spæla fyri Barcelona.
Neistin og H71 væl umboðað
H71 og Neistin luttóku við fleiri ungdómsliðum í Partille Cup hesaferð. Vit hava hugt gjøgnum heimasíðuna fyri at staðfesta hvussu tað gekst føroysku liðunum í kappingini.
Hjá Gentum 11 kom Neistin víðari við at gerast nummar tvey í sínum innleiðandi bólki. Síðan vunnu tær fyrst 15-9 á Sävehof VU1 í 1/8 parts finaluni, 8-6 á Sävahof VU3 í ¼ finaluni og 14-13 á HC Eynatten-Raeren úr Belgia í hálvfinaluni.
Í sjálvari finaluni taptu tær móti BK Heid úr Svøríki.
H71 gjørdist nummar 4 í sínum innleiðandi bólki, men gjørdist vinnari av B-spælinum við at vinna 12-11 á Sävehof VU2 í finaluni.
Hjá gentum 12 gjørdist H71 1 nummar tvey í sínum innleiðandi bólki, men tapti 1/8-finaluna móti IF Stjernen úr Danmark
H71 2 gjørdist nummar 4 í innleiðandi bólkinum og tapti móti IK Sävehof PF2 í 1/8 B- finaluni,
Hjá gentum 13 gjørdist H71 nummar 4 í sínum innleiðandi bólki, meðan Neistin endaði aftast. Føroysku liðini hittust í 1/16 B-finaluni, har H71 vann. H71 tapti hereftir 1/8 B-finaluna móti Torslanda HK úr Svøríki.
Hjá Gentum 14 hevði H71 tvey lið við. H71 1 gjørdist nummar 4 í innleiðandi, meðan H71 2 endaði aftast í sínum bólki.
H71 1 vann fyrst á HC Eynatten-Raeren úr Belgia í 1/16 B-finaluni, men tapti so móti Skövde úr Svøríki. H71 2 vann fyrst á IFK Umeå úr Svøríki í 1/32 B-finaluni men tapti so móti Särökometernas HK úr Svøíki
Hjá gentum 15 gjørdist H71 nummar trý í sínum innleiðandi bólki, og slapp við í A-finalurnar, men her taptu tær móti Skånela IF í 1/32 finaluni.
Somuleiðis gjørdist Neistin 2 nummar 3 í sínum innleiðandi bólki, men tapti móti IFK Malmö 2 í 1/32 finaluni.
Neistin 1 endaði aftast í sínum bólki, og tapti 1/32 B-finaluna móti Lillestrøm HK 2 úr Noregi.
Vunnu sínar innleiðandi bólkar
Hjá gentum 18 hendi tað, at bæði Neistin og H71 eitt struku gjøgnum innleiðandi bólkar sínar við at vinna allar dystirnar. Neistin vann móti hesum liðum: CS Madeira úr Portugal, Fjellhammar IL 1 og Borgen IL úr Noregi og Luigi HF 1 og Spånga HF úr Svøríki, meðan H71 1 vann á hesum liðum: Vunnu allar dystirnar móti IK Sävehof, Redbergslid IK og HK Ankaret úr Svøríki, Rapp SPKL úr Noregi og Trafford Handball Club úr Onglandi.
Neistin vann fyrst 1/8 finaluna 18-16 móti RP IF Linköping úr Svøríki, men tapti síðan ¼ finaluna móti Rødekro-Aabenraa Håndbold úr Danmark.
H71 vann 17-12 Gustavsberg IF HK úr Svørík í 1/16 finaluni, men tapti síðan við einum máli móti Önnereds HK 1 í 1/8 finaluni
H71 2 sum gjørdist nummar seks í sínum innleiðandi bólki, kom í 1/16 B-finaluna, har tær taptu móti HSG Juniorinnen Nordwest úr Sveits
H71 vann D11 og D13
H71 hevði tvey lið við í kappingini fyri dreingir 11. H71 2 endaði aftast í sínum innleiðandi bólki og tapti 1/8 B-finaluna móti OV Helsingborg úr Svøríki.
H71 1 harafturímóti vann sín innleiðandi bólk við at vinna allar dystirnar. Teir vóru móti BK Ydun úr Danmark, Kärra HF, IK Sävehof P og Lugi HF 1 úr Svøríki og New Giza Handball Academy úr Egyptalandi.
Og teir spældu seg til sigurs í kappingini við at vinna 13-7 á Hjortshøj-Egå úr Danmark í ¼ finaluni, 11-9 á RP IF Linköping úr Svøríki í hálvfinaluni og 12-11 á IK Sävehof Ö 2 í sjálvari finaluni.
Og hjá dreingjum 13 fór H71 avstað við sigrinum. Tað var hesum liðinum Boas Ellefsen á Skipatøgu spældi við.
H71 1 vann allar dystirnar í innleiðandi bólkinum móti HSC Haltern-Sythen úr Týsklandi, Torslanda HK 1 og OV Helsingborg úr Svøríki, AGF 1 úr Danmark og Lilleström HK úr Noregi
Síðan vunnu teir 18-9 á Kärra HF 2 úr Svøríki í 1/16 finaluni, 17-13 á HK 1 úr Íslandi í 1/8 finaluni, 18-15 á E.C. Pinheiros úr Brasil í fjórðingsfinaluni, 17-16 á IK Sävehof 2 í hálvfinaluni og at enda 13-11 á Hjortshøj Egå IF úr Danmark í sjálvari finaluni.
Neistin 1 endaði á øðrum plássi í sínum innleiðandi bólki. Teir vunnu 11-7 á Ski IL 1 úr Noregi í 1/16 finaluni men taptu so móti IK Sunds 2 úr Svøríki í 1/8 finaluni.
H71 2 endaði nummar fimm í sínum innleiðandi bólki og tapti móti Skogås HK í 1/16 B-finaluni. Neistin 2 endaði aftast í sínum innleiðandi bólki og tapti móti Haukar úr Íslandi í 1/16 B-finaluni.
Hjá dreingjum 14 gjørdist Neistin nummar tvey í innleiðandi bólkinum. Síðan vunnu teir 17-13 á TSG Münster 1 úr Týsklandi í 1/16 finaluni, men taptu móti Ystad IF úr Svøríki í 1/8 finaluni.
H71 1 gjørdist nummar trý í sínum innleiðandi bólki og kom eisini víðari í A-finaluumfari. Her vunnu teir 18-12 á HK úr Íslandi í 1/32 finalunum, men taptu móti HSG Nordwest úr Sveits í 1/16 finaluni.
H71 2 gjørdist nummar seks í innleiðandi umfarinum. Vann á HK 2 úr Íslandi í 1/32 B-finaluni, men tapti so móti Ski IL úr Noregi í 1/16 B-finaluni.
Hjá dreingjum 15 vann Neistin sín innleiðandi bólk við at vinna allar dystirnar móti Hjortshøj-Egå IF 1 úr Danmark, IK Sävahof 1, Vassunda IF og Tyresö Handboll úr Svøríki, Bækkelaget SK2 og Fjellhammer IL 2 úr Noregi. Men síðan komu teir ikki longur enn til 1/16 finalunar, tí her taptu teir móti Rellinger TV úr Týsklandi.
Hjá dreingjum 16 gjørdist H71 1 nummar 3 í innleiðandi bólkinum og taptu so móti Skanderborg HB úr Danmark í 1/16 finalunum. H71 2 endaði aftast í sínum innleiðansi bólki og tapti móti AFG úr Danmark í 1/32 B-finalunum.
Hjá dreingjum 18 gjørdist Neistin nummar fýra í innleiðandi umfarinum. Síðan vunnu teir á Recreio da Juventude úr Brasil í 1/16 B-finaluni, men taptu móti Fjellhammer IL 2 í 1/8 finaluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald