Tey flestu á Mourneview Park í Lugan høvdu sligið seg til tols við, at venjingardysturin millum U19-manslandsliðini hjá Norðurírlandi og Føroyum fór at enda við málleysum javnleiki.
Men í 94 minutti fekk heimaliðið brotsspark, sum Jamie Donley setti í netið, og harvið endaði dysturin 1-0 til norðurírar.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at sum heild var talan um ein vælspældan dyst í gjár, har liðini áttu hvør sín hálvleik. Áðrenn steðgin sótu okkara á tí mesta, meðan norðurírar komu til teir flestu kjansirnar í seinna hálvleiki.
Seinni venjingardysturin á millum Norðurírland og Føroyar verður á The Oval í Belfast fríggjadagin klokkan 15:00, skrivar fsf.fo.
Føroyska liðið -
Fayo Kruse (EB/Streymur) - Bergur Jákupsson Poulsen (L - Vìkingur), Jákup Norðoy Vilhelmsen (KÍ), Elias Rusborg (Hvidovre), Mattias Weihe Joensen (B36) - Bogi Hente (B71), Emil Joensen (ÍF), Poul Kallsberg (Skála - 44' Sverri Mariusarson, EB/Streymur), Olaf Bárðarson (Víkingur - 74' Fríði í Túni Petersen, B68) - Jonathan Lassesen (HB Køge - 84' Eiler Fróðason, 07 Vestur) - Jørgen Nielsen (NSÍ - 62' Beinir Nolsøe)
Venjari: Sigfríður Clementesen - Kelda: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald