Annað

Mjølnir er steypavinnari hjá monnum

Greipuvinnararnir úr Klaksvík vunnu sannførandi á SÍ í steypafinaluni.

Mjølnir er steypavinnari hjá monnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mjølnir er steypavinnari hjá monnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-22 17:41 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Eins og í finaluni hjá kvinnunum, so var tað Mjølnir og SÍ, sum hittust í mansfinaluni.

Mjølnir var sera sannførandi í fyrsta setti, har teir løgdu seg á odda beinanvegin, og vóru omaná alt settið. Settið endaði 25-15 til klaksvíkingar.

Mjølnir var eisini omaná í øðrum setti, hóast tað var javnari enn fyrsta settið. Eisini var annað sett merkt av fleiri servifeilum frá báðum pørtum. SÍ megnaði at hanga í stóran part av settinum, men klaksvíkingar drógu tað longra stráði, og vunnu settið 25-19.

SÍ byrjaði triðja sett sera væl, og var tað, teirra besta av teimum trimum settinum. Liðini fylgdust at stóran part av settinum, áðrenn Mjølnir dróg frá, og endaði við at hava fleiri sett og dystar bóltar, men SÍ kom afturíaftur og syrgdi fyri øgiligum spenningi um hvør skuldi fara avstað við settinum, men tað rakk ikki hjá sørvingum. Mjølnir vann triðja sett 29-27, og gjørdist steypavinnari við einum sannførandi 3-0 sigri.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder